Tað nýtur fast í Vágum, at stinnasti framherji og flaggberi teirra, sum vilja hava fast samband um Vestmannasund, er fallin.
Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði Thurid Olsen, sum er formaður í Felagskommununi í Vágum, at Vágafólk eru uppøst.
Thurid Olsen er, umframt at vera formaður í Felagskommununi, eisini formaður í Vága Sambandsfelag.
Og sumum formaður í Vága Sambandsfelag hevur Thurid Olsen saman við restini av nevndini boðað frá í tíðindabrævi, sum sent er pressuni, at tey ikki styðja avgerð løgmans um at koyra Sámal Petur í Grund frá.
Í tíðindabrævi sigur Vága Sambandsfelag soleiðis:
Á fundi í Vága Sambandsfelag 2. des. 97 er nevndin komin til tað úrslit, at hon als ikki kann taka undir við avgerðini hjá Edmundi Joensen, løgmanni, at siga S.P. í Grund úr starvi vegna hansara arbeiði at loysa ein av mest átroðkandi samferðslutrupuleikum í landi okkara.
Tað harmar okkum almikið, at fasta sambandið um Vestmannasun er orsøkin til hesa uppsøgn.
Vit vilja veita okkara løgtingsumboði fullan stuðul í hansara niðurstøðu í hesum máli.