Hann hoyrist væl. Undir Miðlahúsinum og við síðurnar av Nólsoyar Páll stendur Wallie og undirheldur. Hann stendur ikki einsamallur, tí nøkur hundrað fólk standa rundan um hann og lata seg undirhalda. Tað ganga ikki fleiri enn tíggju sekund millum hvørji flenn frá stóru áskoðarafjøldini.
- Gott at tit flenna og hava humor. Tí hvar hevði man verið, um man ikki hevði humor? Í Týsklandi, ljóðaði ein av mongu krønikunum hjá Wallie.
Men at fortelja krønikur og at vera stuttligur var einans helvtin av hansara showi. Hin helvtin vóru triks – ella cirkustriks, um man vil. Eitt nú gjørdi hann aktrobatisk lop, jongleraði við keylum og spældi klóvn. Grand finale var, tá hann fekk tveir dreingir at halda einum stiga, meðan hann klintraði upp í hann. Síðani bað hann dreingirnar sleppa, og hann balanceraði á tí tríggjar metra høga stiganum, meðan fólk flentu og klappaðu.
Til síðst segði Wallie, at tey, sum høvdu dámt framførsluna, vóru meira enn vælkomin at leggja ein seðil – helst peningaseðil – í hattin hjá sær.