Vaktarskifti í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Kári Thorsteinsson hevur nú latið stafettina sum formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd til Jónhild Rasmussen.

Fráfarandi formaðurin, Kári Thorsteinsson, handar nýggju forkvinnuni, Jónhild Rasmussen, lyklarnar.

Fríggjadagin hin 18. mars varð ársfundurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd hildin í Smæruni í Havn. 

 

- Hesaferð høvdu stjórin og starvsnevndin gjørt av at seta sjóneykuna á prutl. Luttøkan var sum altíð góð, og tað er at frøast um, at áhugi er fyri virkseminum hjá RFF.

 

Kári Thorsteinsson, sum hevur verið formaður í starvsnevndini hjá RFF síðan 2007, tók ikki við afturvali og nýggj forkvinna, Jónhild Rasmussen, varð vald í hansara stað. 

 

Nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, byrjaði dagin við hugleiðing um ferðslu og virksemið hjá RFF. Eisini nam hann við egnar upplivingar og broytingar í ferðslutrygdini seinastu nógvu árini.

 

- Í RFF gleðast vit um, at landsstýrismaðurin sannaði, at ein skaðanevnd at kanna álvarsligastu ferðsluvanlukkurnar stendur ovast á ynskilistanum hjá okkum. Hann metti hetta vera eitt sera skilagott ynski og lovaði at seta seg væl inn í málið.

 

Á ársfundinum løgdu Kári Thorsteinsson, formaður og Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri, fram ársfrágreiðing fyri 2021.

 

- Ein læt lív í ferðsluni í 2021, og tað er ein ov nógv. Sera lágu tølini seinnu árini hava tó við sær, at vit í meðal, tey seinastu fimm árini hava frægastu tølini í Norðurlondum. Men av tí, at okkara tøl eru smá, eru tey eisini viðbrekin, og ein og hvør álvarslig vanlukka kann tí hava stóra ávirkan á tølini.

 

Tey bæði vístu á, at talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða var eitt vet lægri í 2021 enn undanfarna ár, men eitt vet fleiri vóru orsaka av rúskoyring. 

 

Á ársfundinum hevði Jónhild Rasmussen áhugavert upplegg um prutl og hagtøl.

 

- Umframt hagtøl um tryggingar og skaðar, góvu eisini hagtøl frá Akstovuni og løgregluni um skrásett prutl, koyrikort og brot á ferðslulógina eina áhugaverda støðumynd. Harumframt varð kanning løgd fram, sum RFF hevur gjørt í samstarvi við Betri trygging millum ung í fólkaskúlanum og teirra royndir og upplivingar við prutlkoyring. 

 

Hjálmar Dam greiddi frá sera áhugaverdari "hugaroynd" um tvístøður, tá okkurt álvarsligt hendir. Sum til dømis ein prutlvanlukka.

 

- Hjálmar er sjónleikari, og í fleiri ár hevur hann verið partur av Ferðsludøgum, har hann undirvísir við "hugaroyndini", og hann greiddi sera livandi frá teimum reaktiónum og meiningum, sum hann upplivir.

 

Ferðsludagar er afturvendandi tiltak hjá RFF, har allir 8. flokkar verða undirvístir í ferðslu og trygd. Í 8. flokki byrja nógv teirra at umhugsa at taka koyrikort til prutl, og fleiri hava eisini upplivað óhapp við prutlum.

 

Ferðsludagar hava verið fyriskipaðir síðani 1998.

 

- Í sambandi við, at Kári Thorsteinsson fór úr starvsnevndini hjá RFF eftir 15 ár sum formaður, serveraði kokkurin, Gutti Winther, ymskt leskiligt etandi og leskandi við høvið, verður lagt aftrat.

 

 

 

Fráfarandi formaðurin, Kári Thorsteinsson, handar nýggju forkvinnuni, Jónhild Rasmussen, lyklarnar.