Val í Grønlandi 12. mars

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, boðaði í dag frá, at val verður til Landstingið tann 12. mars.

Umframt verandi flokkar fer tann nýggi flokkurin á vinstravonginum, Partii Inuit, væntandi at stilla upp.

Avgerðin hjá landsstýrisformanninum kom ikki heilt óvart á grønlendingar, tí tað seinasta samdøgrið hava tíðindi gingið um, at hann fór at skriva út val.