Vandamikil gassleki í Keypmannahavn

Í løtuni er eitt stórt øki á Amager í Keypmannahavn avbyrgt, tí vandamikið gass er likið úr einum tanga hjá virkinum, Xellia Pharmaceuticals ApS, á Dalslandsgade 11. Næst granni hjá virkinum er tað fyri føroyingar so kenda Oyrasundskollegiið, sum er beint yvir av virkinum í Dalslandsgade 8.

Í hesum sambandi hevur eitt gult skýggj av gassi breitt seg, sum sløkkiliðið nú roynir at basa við at spræna vatn á at forða fyri at tað breiðir seg.

Tað er salpetursýra, sum er likið úr einum tanga, eftir hann fór at kóka tíðliga í morgun, men óvist er, hvussu nógv er likið úr tanganum.

Danskir miðlar skriva, at ongin hevur fingið mein av óhappinum, men heitt verður á fólk um at lata vindeygu aftur og um at sløkkja sjálvvirkandi luftskiftið.

Heitt verður eisini á fólk, sum fáa ilt fyri hjartað, osta, ella spýggja, um at fara til lækna.

Onnur myndin vísir økið, og hin vísir økið sum er avbyrgt.