Vandamikli mussurin

Nýggj spennandi ungdómsbók um kærleika, vinalag, einsemi og morð í heitari summarsól

Vandamikli mussurin

Eftir Kjetil Johnsen

Jákup í Skemmuni týddi

Ætlað 12-16 ára gomlum

Forlagið Nýlendi gav út

Ronja Berg myndprýddi

192 síður

79 kr.


Vandamikli mussurin er onnur bókin í spildurnýggju krimirøðini við felagsheitinum 3 VINKONUR eftir norska metsølurithøvundanum Kjetil Johnsen. Fyrsta bókin, Eitt hol í sálini, kom út til jóla í 2007, og triðja bókin kemur eftir ólavsøku. Ætlanir eru um 12 bøkur.

Kjetil Johnsen er føddur í 1966. Hann hevur starvast sum blaðmaður og sum blaðstjóri á størstu norsku ungdómsbløðunum. Bókarøðin "Tusen biter" (18 bøkur) byrjaði upprunaliga sum ein framhaldsrøð í «Vi og Gutta» og varð sera væl móttikin. Kjetil er nú ritstjóri í stóru blaðfyritøkuni Egmont.

- Eg skrivi ikki pedagogiskar bøkur. Bøkurnar skulu vera so spennandi, at tær fáa nógv ung at lesa. Eisini tey, sum vanliga ikki lesa so nógv, sigur Kjetil Johnsen.

- Tíverri eru dreingir ikki so grammir at lesa sum gentur, sigur Kjetil. Teir kunnu fáa áhuga fyri fyribrigdum sum Harry Potter, men tað merkir ikki, at teir halda fram, og at teir lesa nógv, soleiðis sum gentur ofta gera, sigur Kjetil Johnsen. Hann heldur tað ikki vera so umráðandi at læra nakað í einari spennandi bók, ið tú lesur sum undirhald.

- Eg orki hvørki at skriva ella lesa ov nógvar málandi lýsingar, fløkjasligt mál og sálarfrøðiligar hugleiðingar. Nei, gev mær heldur eitt dráp ella bæði tvey!

Triðja bókin í 3VINKONUR-røðini við heitinum Tað, sum fer at henda, kemur á føroyskum eftir ólavsøku.


--


Soleiðis byrjar Vandamikli mussurin:

Ein ung genta verður funnin deyð á einum lítlum vatni í Djúpadali:

“Hon er nakin. Hann kannar hana. Hann heldur hana vera vakra. Hann veit, at hon er 15 ára gomul. Nærri sagt 15 og eitt hálvt. Hon er júst byrjað í tíggjunda. Hon er fullkomin, lýtaleys, sum so mangar á tí aldrinum. Húðin er sløtt og rein. Men hon er eisini køld og gráblá av lívloysi."


Myndatekstur:

- Eg skrivi ikki pedagogiskar bøkur. Bøkurnar skulu vera so spennandi, at tær fáa nógv ung at lesa. Eisini tey, sum vanliga ikki lesa so nógv, sigur Kjetil Johnsen.