Nú skal Føroya Banki ansa sær.
Tí ger hann ikki tað, er stórur vandi fyri, at allir teir stóru vinnulívs - kundarnir fara at rýma úr bankanum.
Vinnulívsfólk eru nevniliga sera illa nøgd við fleiri úttalilsi í seinastuni frá Janusi Petersen, stjóranum í Føroya Banka, um føroysk vinnulív.
Topp-maðurin í Føroya Banka hevur í fleiri samrøðum seinastu tíðina gjørt seg til heitan talsmann fyri at allur almennur stuðul til vinnulívið verður tikin av.
Og tað er hetta, sum er fallið føroyskum vinnulívsfólki fyri bróstið.
Eisini sjálvum formanninum í reiðarafelagnum, Jákupi Sólstein, sum beinleiðis mælir bankastjóranum til at ansa sær eitt sindur.
Rýma úr bankanum
Jákup Sólstein sigur bart út, at skiftir leiðslan í Føroya Banka ikki hugburð mótvegis vinnuni, er stórur vandi fyri, at vinnulívskundar í stórum tali fara at rýma úr bankanum.
Føroya Banki hevur so negativan hugburð ímóti vinnuni, at fer hann ikki at ansa sær eitt sindur, kann tað lættliga koma honum aftur um brekkur.
Jákup Sólstein sigur, at vinnan er so misnøgd við hugburðin hjá Føroya banka, at nógva staðni verður í fullum álvara tutlað í krókunum um at venda bankanum bakið, og at finna alternativar fíggingarmøguleikar, t.d. frá Føroya Sparikassa og teimum báðum, smáu, lokalu sparikassunum.
Tó harmast formaðurin í reiðarafelanum um, at ov fáir, alternativir møguleikar eru.
Hann sigur, at hann heldur, at tað ringasta, sum hendi, var ikki, at Sjóvinnubankin, og Føroya Banki vórðu lagdir saman.
Tað ringasta sum hendi, var, at Fossbankin fall.
Jákup Sólstein sigur, at misnøgdin er so stór við hugburðin hjá bankanum, at tað er ein veruligur møguleiki fyri, at vinnan í mest møguligan mun fer at venda bankanum bakið.
Eg veit ikki, hvat hann hugsar fyri sær
Máttmikli formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at hann veit ikki, hvat Føroya Banki hugsar fyri sær.
Vit skulu minnast til, at Føroya Banki hevur fingið milliardaupphædd frá Føroya fólki at arbeiða við.
Og Janus Petersen hevur fullkomiliga misskilt sína støðu í føroyska samfelagnum um hann heldur, at hansara fremsta uppgáva er at brúka allar hesar pengarnar at kappast við Sparikassan og Húsalánsgrunnin um at fíggja sethús og bilar hjá privatfólki.
Hinvegin skuldi hann sæð tað sum sína fremstu uppgávu at fíggja vinnulívið og at brúkt tað stóru, fíggjarligu orkuna, hann hevur til at geva vinnulívinum rúmari ræsur.
Men heldur enn lyfta uppundir vinnulívið, er bankin so tungur at hava við at gera, at tað mestsum sær út sum hann sær tað sum eitt endamál at halda vinnuni niðri.
Tí veruleikin er tann, at bankin setir at kalla ikki eina krónu í vága nakrastaðni. Hjá bankanum er einki at heinta, uttan til ætlaninir, sum so at siga eingin tapsvandi kann stendst av.
Eg haldi ikki, at orðið ?vágafúsur kapitalur³ er til inannveggja í bankanum.
Men at hann harafturat samstundis alment roynir at ávirka landsins myndugleikar at kappa allar stuðulsmøguleikar hjá vinnuni, tað er blivið ovboðið já nógvum.
Janus Petersen eigur heldur ikki at gloyma at vinnan hevur gjørt ótrúlig framstig hesi seinastu árini.
Vit skulu minast til, at vinnan hevur laga seg til eina næstan stuðulsfría tilveru.
Stuðulin til vinnuna er farin úr eini hálvri milliard, niður í 40 milliónir. Er tað ikki eitt øgiligt framstig, so veit eg onki. tað- er onki annað í samfelangum, sum hevur víst eina slíka tillaging sum vinnulívið.
Bangin fyri at missa tamarhaldið á vinnuni
Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at tað eru nógv vinnulívsfólk, sum hava bankan undir sterkum illgruna fyri miðvíst at halda vinnuni niðri og at tað er tí, at hann er so tungur at dansa við.
Tað, sum bankin kanska er bangin fyri, er, at vinnan verður so væl fyri, at tað er ikki neyðugt hjá henni at koma rennandi í bankan við biddaraposanum í hondini annan hvønn dag. Tað kundi sæð út til, at bankin er bangin fyri, at vinnan skal verða so væl, at hon verður mestsum leys av ?vælvildini³ hjá bankanum.
Tí verður vinnan leysari av bankanum, missir bankin eisini tamarhaldið á vinnuni og møguleikanum at stýra vinnuni hagar tað tænir bankanum best, heldur enn hagar, tað tænir vinnulívinum og samfelagnum best.
Og fyri ikki, at vinnan skal blíva ov sjálvstøðug, brúkar hann tann miðvísa taktikk at binda vinnulívð niður, fyri ikki at missa ávirkan. Tí eg haldi, at tað er greitt, at bankin, við sínum stóra kapitali, hevur sæð tað sum sítt endamál, at stýra vinnulívinum.
Men eitt er heilt greitt: Vinnulívið vil ikki lata seg stýra av bankanum, sigur Jákup Sólstein.