Myndugleikarnir í Egyptalandi stúra fyri, at tað kann enda við ógvusligum ófriði í dag, tí at bæði mótstøðufólk og viðhaldsfólk hjá Mohamed Mursi, forseta hava boðað frá tiltøkum í høvuðsstaðnum Kairo.
Herurin hevur sett vegabyrgingar upp fyri at forða fyri, at partarnir skulu bresta saman, og uttan fyri forsetaborgina standa hermenn við stríðsvognum á varðhaldi.
Tey, sum eru ímóti politikkinum hjá forsetanum, siga, at uppskotið til nýggja grundlóg tryggjar ikki kvinnunum og ymsum minnilutum í landinum full mannarættindi. Tey vilja tí hava forsetan at útseta fólkaatkvøðuna um grundlógaruppskotið, sum eftir avgerð hansara verður leygardagin.
Politiskir eygleiðarar í Miðeystri siga, at eydnast tað ikki Mohamed Mursi at loysa kreppuna, er tað ikki óhugsandi, at herurin fer at taka valdið.