Vandi fyri hægri skatti og fleiri brúkaragjøldum

Samgongan sær ikki út til at taka hetta í álvara

 

Nú er vandi fyri, at kommunuskatturin fer at hækka og at kommunurnar noyðast at áseta fleiri brúkaragjøld.

Tað sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

 

Hon er alt annað enn trygg við endurgjaldið, samgongan ætlar at lata kommununum fyri at yvirtaka eldraøkið.

Men umframt hægri skatt og brúkaragjøld, stúrir hon eisini fyri, at tænastan til tey eldru fer at vera ógvuliga ymisk, alt eftir, hvussu ráðini hjá kommununi eru.

 

Nú vil hon hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at greiða frá, hvussu hann ætlar at tryggja, at tað, kommunurnar fáa í endurgjaldi fyri at yvirtaka eldraøkið, veruliga svarar til útreiðslurnar, so at kommunurnar verða skaðafríar.

Og tað skal Jørgen Niclasen greiða frá í løgtinginum í morgin.

 

Ein partur av ætlanini hjá samgonguni er, at kommunurnar skulu fáa endurgjald fyri tað, tær missa í skatti við tað, at sjómenn sigla undir DIS og FAS.

Ætlanin er eisini, at kommunurnar skulu fáa tað, landskassin nú fær inn við at forskatta pensjónir.

Men hetta alt annað enn hóvar Kristinu Háfoss.

Hon sigur, at inntøkan av forskattaðum pensjónum fer bara at hækka eina tíð, men síðani fer hon ikki at hækka samsvarandi hækkingini í talinum á eldri

 

Hon sigur eisini, at so hvørt, sjófólk gerast pensjónistar, og harvið fara úr FAS og DIS skipanini, missa kommunurnar endurgjaldið, ið skal nýtast at fíggja eldratænasturnar.

- Landsstýrið veit, at eldraøkið fer at krevja eina røð av ábøtum komandi árini. Tað er als ikki nóg mikið, at fleiri ellis- og røktarheim eru bygd. Tí rakstrarjáttanin til eldraøkið er als ikki hækkað samsvarandi tørvinum.

 

- Neyðugar lønar- og prístalsframskrivingar eru ikki gjørdar á játtanum í fleiri ár, og ein røð av sparingum eru framdar og seinasta árini eru fleiri akuttar eykajáttanir latnar Løgtinginum, bara fyri at tryggja, at mest grundleggjandi partar av tænastuni ikki fóru fyri skeyti.

 

Kristina Háfoss heldur, at samgongan tekur hetta ikki í álvara og at veruliga orsøkin til, at kommunurnar nú skulu yvirtaka eldraøkið, er at landsstýrið rennur undan ábyrgdini, og "blakar" útreiðslurnar á kommunurnar.