Óvanlig mótmæli í Egyptalandi

Eftir óvanliga stórar mótmælisgongur í fleiri egyptiskum býum í gjár hevur innanríkisráðið í Kairo boðað frá, at myndugleikarnir fara ikki at loyva fleiri mótmælisgongum, sum eru vendar ímóti landsins stýri. Samstundis hevur løgreglan fingið boð um at steðga øllum mótmælistiltøkum.

Tíðindastovurnar skriva, at umleið 30.000 fólk mótmæltu stjórnini og Hosni Mubarak, forseta í gjár, og so stórar mótmælisgongur hava ikki verið í Egyptalandi í mong ár. Trý mótmælisfólk og ein løgreglumaður doyðu í samanbrestum í Kairo og Suez.

Nógv fólk í Egyptalandi eru misnøgd við gerandisdagin, og fleiri eygleiðarar siga, at mótmælini har minna um mótmælini, sum hava elvt til stórar broytingar í Tunesia.