Tað er ikki á hvørjum degi, at fólk vitja í Fámará í Suðuroynni. Eftir at Johan í Kollafirði og húski hansara fluttu av staðnum, hevur eingin búð á festinum.
Í Fámará er óvanliga vakurt, tí náttúran er stórbær og vøkur, og skamt frá húsunum á staðnum er sera vøkur sjón út á havið.
Bárður Gunnarstein Nielsen vitjaði í Fámará og fekk nakrar sera vakrar myndir av sólsetrinum í Fámará.