Leygardagin 10. november fylti Óla Hendrik av Fløtum í Havn 80 ár. Vit hava í hesum sambandi verið inni á gólvinum hjá Edith og Óla Hendrik og hava fingið eitt prát um hansara lív
Óla Hendrik er ættaður úr Fuglafirði. Pápin var Hans á Lakjuni, sum tó er ein onnur lakja enn henni, Jógvan er ættaður av. Mamman var Malena Dorthe f. Poulsen. Hetta eftirnavn gongur aftur til Svínáir, og nærmasta ætt er Jógvan Poulsen, sum var tingmaður fyri Eysturoynna í mong ár. Tað var eisini hann, sum skrivaði fyrstu føroysku bíbliusøguna.
Tey vóru sjey systkin. Óla Hendrik var elstur, og síðan komu Hilma, Elsebeth, Brynleif, Arnbjørg, Samulina og Petur Oluf.
Hans var fiskimaður, og hann sigldi um skipari og bestimaður. Hann var nógv við Kyrjasteini, sum var flaggskipið hjá fuglfirðingum tá í tíðini.
Fór at sigla við fiski
Tað var undir krígnum, at Óla Hendrik gjørdist 14 ár og tískil skuldi gera nakað til nyttu. Tá var ikki lætt at sleppa til skips. Men pápin og pápabeiggjarnir Óli og Sámal høvdu ein stóran opnan bát, Lakjubáturin. Við honum siglu teir til bygdirnar norðanfyri, nevniliga Gjógv, Funning og Oyndarfjørð at føra fisk fyri S.P Petersen. Fiskurin var førdur til Fuglafjarðar og skipaður umborð á skipini hjá reiðarínum Ruth, Pilot og Atlantic. Hann var so sigldur til Bretlands at verða seldur. Óla Hendrik sigldi eisini við og fekk hann fyrstu royndirnar til sjós við hesum bátinum.
Annars slapp Fuglafjørður sera væl frá siglingini undir krígnum. Eitt skip fórst, Atlantic, sum sigldi uppá land, men manningin varð tíbetur bjargað.
Hevði trolskúla
Í 1945 fór Óla Hendrik at arbeiða uppá trol saman við Rasmus Ramussen, Víka Rasmus. Teir arbeiddu fyri Sigurd Simonsen, sum tá hevði Vón, ið royndi við troli. Vón var fyrsta skip sum er bygt í Føroyum í nýggjari tíð. Í Rasmussi hevði Óla Hendrik ein góðan lærumeistara, tí hann hevði siglt nógv við trolara, millum annað, tá ið hann búði í Bretlandi.
Óla Hendrik kom at sigla nógv hjá Sigurd Simonsen. Hann var við Vón, Fame og Vitanum.
Umleið 1947 skipaði Rasmus fyri trolskúla úti á Glyvrum. Við øllum trolarunum, sum tá vóru komnir til Føroyar, var stórur tørvur á trolmonnum. Rasmus bað Óla Hendrik koma at hjálpa. Hann hevði hug at bera seg undan, helt seg ikki vera so royndan. Men hann eftirlíkaði, tá ið Rasmus ikki vildi sleppa honum undan.
Her vóru teir ein mánaða, og tað vóru 20-25 mans frá øllum Skálafjørðinum sum her lærdu at fáast við trol. Hetta hevur helst verið fyrsti trolskúli í Føroyum.
Fyrst í 1948 ringir Jóannes hjá Dáva í Klaksvík, um Óla Hendrik ikki kann koma við Skálaberg (tann fyrsta) sum trolmaður. Tá var hann við Vón og føldi seg ikki væl at skula rýma frá Sigurdi, so hann vildi spyrja Sigurd fyrst. Sigurd bað hann endiliga fara, tí hjá Kjølbro vóru møguleikarnir so nógv betri, enn hann kundi bjóða. Her var Óla Hendrik í tvey ár. Fyrst eitt ár við fyrsta Skálaberg og síðan eitt ár við Dragaberg, sum var betra skipið av teimum báðum.
Uppá skúla
Nú fer Óla Hendrik uppá skúla, fyrst í Havn. Men tá tað vísti seg at vera trupulleikar við at fáa prógv tikin í Føroyum fult viðurkend, fer Óla Hendrik til Keypmannahavnar, har hann fyrst tekur prógv sum stýrimaður og síðan sum skipsførari.
Tá var runnið saman millum Óla Hendrik og Edith Weihe, ættað úr Porkeri, og tey giftast í 1950.
Í 1952 er skúlagongdin liðug og nú er at fáa kjans. Teir fingust tá gjøgnum Dansk Styrmandsforening. Aftaná onkra bráfeingis sigling mynstrar Óla Hendrik tann 17.juli 1952 sum 2. stýrimaður við Kaskelot hjá Grønlendska Handlinum. Hetta var eitt skip, sum sigldi strandasigling í Grønlandi á sumri. Skiparin var Poul Rasmussen, sum seinni gjørdist skipari á Hans Hedtoft.
Var við til “tvingsilsflytingina” í Thule í 1953
Við Kaskelot kom Óla Hendrik at luttaka í einum tiltaki, sum framvegis verður nógv umrøtt í Danmark. Tað hevur eisini nýliga verið sakarmál um hetta mál, har kravt hevur verið endurgjald til tey avvarðandi.
Hetta var, tá ið íbúgvararnir í Thule meira ella minni vórðu tvingsilsfluttir á sumri 1953.
Forsøgan var tann, at aftaná 2. heimsbardaga bygdu amerikanarar eina stóra herstøð nærindis bygdini Thule. Hetta órógvaði veiðumøguleikarnar hja upprunafólkinum og tók lívsgrundarlagið undan teimum, tí teirra veiðudjór rýmdu. Tískil varð avrátt at flyta bygdina og alt fólkið, sum tað var, til eitt annað pláss á leiðini, Qanaq, har tað bar til at veiða uttan órógv.
Óla Hendrik luttók í hesi hending. Teir fóru við Kaskelot við fullum skipi av tilfari, sum skuldi nýtast til at byggja hesa nýggju bygdina. Farið varð inn í Thule eftir fólkinum, sum skuldi flytast, og siglingin til nýggju bygdina tók einar seks tímar. Tað hevur sjálvagt verið ringt at flyta, men í veruleikanum var einki val, sum støðan var blivin. Síðan varð fólkið sett á land í nýggju heimbygdini saman við tilfarinum til húsini.
Tað er so heppið, at Óla Hendrik hevur myndir frá hesi søguligu hending, og eru tær við í hesi grein.
Seinni kom Kaskelot eisini at sigla sum skúlaskip í Grønlandi, har tað vóru einir 10 grønlendskir næmingar umborð. Óla Hendrik letur stak væl at grønlendingum at vera saman við.
Óla Hendrik verður yvirstýrimaður í 1955, og í 1956 fer hann við Tikurak, sum eisini røkir strandasigling. Skipari er aftur nú Poul Rasmussen.
Henda sigling var soleiðis, at siglt varð alt summarið frá bygd til bygd. Tá ið ferðaætlanin var liðugt sigld, varð farið aftur til Danmarkar. So var frí, til farið varð avstað aftur móti vári. Edith var so eftir í Keypmannahavn einsamøll í upp til gott 9 mánaðir. Sum frá leið vóru trý av børnunum fødd í Danmark.
Túrurin heim í 1956 var annars sera buldrasligur, og nógv av uppstandandi var brotið, tá ið teir koma til Danmarkar.
Á manningarlistanum hjá Hans Hedtoft
Í 1957 fer Óla Hendrik sum yvirstýrmaður við Disko, sum er eitt av teimum stóru ferðamannaskipunum hjá KGH, sum sigldi rutu millum Grønland og Danmark. Lagt varð at í teimum ymisku býunum. Hvør túrur aftur og fram tók eina mánaða.
Tað er um hesa tíðina, at danir fara at fyrireika byggingina av einum nýggjum, størri, betri og tryggari skipi til hesa farleið. Hetta gjørdist Hans Hedtoft.
Spurningurin var eisini hvør, ið skuldi sleppa við hesum nýggja skipi. Óla Hendrik skilti, at hann var á upprunaliga manningarlistanum. Men tað varð so avrátt, at teir yvirmenn, sum høvdu havt eftirlitið við byggingina av skipinum skuldu manna Hans Hedtoft í fyrsta umfari. Var okkurt at rætta uppá, so vóru teir best fyri í so máta.
Tann 3. januar 1959 kl. 12 verður Óli Hendrik saman við øðrum boðin umborð á Hans Hedtoft at “bese skibet og deltage i en frokost”.
Tað gjørdi Óla Hendrik fegin. Ikki minst, tí hann kendi nógvar av manningini, sum hann hevði siglt saman við. Millum hesar eisini skiparan Poul Rasmussen, sum Óla Hendrik sigur hava verið eitt “praktfult menniskja.” Hetta var seinastu ferð hann sá hesar menn.
Óla Hendrik mynstrar aftur við Disko 20. Januar, og teir fara úr Danmark tann 27. Teir eru á leiðini tvørs av Føroya Banka, tá ið teir frætta um neyðarkallið hjá Hans Hedtoft tann 30. januar. Ferðafólkini umborð verða kunnað. Tá ið teir komu um Kappaleiðina halda teir útkikk, um nakað er at síggja, men tá var øll vón veruliga slept. Tað einasta, sum nakrantíð var funnið, var ein bjargingarkransur av skipinum.
Ein av teimum, sum fórst, var 2. stýrimaðurin Richard Jacobsen úr Sandvík. Óla Hendrik hevði siglt saman við honum við Disko. Ein dagin umborð sigur Richard, at hann fer at gevast við hesi sigling, tí hetta fer eina ferð at ganga galið. Men so fær hann møguleikan at sleppa við Hans Hedtoft, og ein slíkan kjans bar ikki til at siga nei til! Við til hesa søgu hoyrir eisini, at ferðamannaskipið Umanak var við at ganga burtur eitt ár undan Hans Hedtoft. Tá gjørdist eitt rættuligt kjak, um tað yvirhøvur var forsvarligt at sigla við ferðafólki til Grønlands um veturin. Men við Hans Hedtoft, sum ikki kundi søkka, var tann vandin av!
Heim til Føroyar
Sum eyðkent fyri føroyingar, so vildu Óla Hendrik og Edith gjarna koma aftur til Føroyar. Men tað ráddi um at liggja framvið at fáa eitt arbeiði heima. Hann hevði frætt, at kanska var onkur møguleiki hjá skipasýninum, og hann søkti. Teir kundu einki lova, men skuldu hava hann í huganum.
Men ein dagin, Óla Hendrik er á veg heim úr Grønlandi við Disko, verður ringt frá skipasýnum, og ørindini vóru, um hann kundi koma beinanvegin til Føroyar, tí teir komu at hava brúk fyri einum navigatøri. Gamli skiparin, Gunnar Danielsen, hevði arbeitt fyri skipasýnið, men skuldi leggja frá sær.
Hetta var funnin fressur. At koma til Føroyar og so at arbeiða á landi var tað besta, sum kundi henda. Her koma Óla Hendrik at arbeiða frá 1959-1997, ella nærum 40 ár. Teir, sum tá arbeiddu har, vóru ein danskur leiðari, Sofus Sivertsen, Petur Djurhuus, Johan Djurhuus og Børge Persson. Tá ið danin fór, gjørdist Sofus leiðari. Her dámdi Óla Hendrik sera væl, tí arbeiðið var so fjølbroytt. Eina ferð fingu tey bæði møguleika at fara niður aftur í 3-4 mánaðir í arbeiðsørindum. Tá búðu tey hjá beiggjanum Brynleif í Thorsgade á Nørrebro. Hann fyrireikaði seg tá at fara til Føroya, har hann fekk avrikað sítt lívsverk Zarepta.
Hevur verið álitismaður
Óla Hendrik og Edith bygdu sær hús úti á Fløtum, sum eisini gjørdist teirra eftirnavn. Her liggur væl fyri at fáast við jørð, seyð, dunnur og gæs. Óla Hendrik er so raskur at velta, at hann hevur átt størstu eplaveltu í Havn, og hevur eisini kunnað forsýnað umframt seg sjálvan øll børnini við eplum.
Óla Hendrik er sera familjukærur. Sum elstur av systkjunum hevur hann altíð havt umsorgan fyri teimum. Hetta hevur sjálvsagt ikki verið minni galdandi fyri børnini. Tað verður tikið til, hvussu væl tað er millum tey bæði gomlu og barnabørnini. Her er einki sum eitur genaratiónsgjógv. Henda umsorgan umfatar eisini onnur. Vit hitta tey ikki, at tey ikki spyrja eftir børnum okkara og verforeldrunum.
Óla Hendrik hevur stóran áhuga fyri list. Tað, sum hann keypir, og ikki hevur pláss fyri sjálvur, letur hann børnunum at hanga upp.
Hann er ógvuliga fjølbroyttur. Óla Hendrik hevur stríðst við at varðveita Kyrjastein sum eitt minni í Fuglafirði, hann hevur havt sítt egna uppskot um flogvøll, og hann var frammanfyri sína tíð, tá talan var um at byggja blokkar við íbúðum.
Tey bæði hava verið virkin í Brøðrasamkomuni. Óla Hendrik serliga í Kristniboðsambandinum. Á trøðni hevur hann umbygt eitt gamalt fjós, sum nú er høvuðsstøð fyri hetta virksemi. Óla Hendrik hevur fult álit á, at ungdómurin dugur at fara um, og hetta álit verður heldur ikki svikið. Samanumtikið kann sigast at hann er ein álitismaður, sum eisini hevur álit á onnur.
Samstundis hevur Edith verið serliga virkin í køkinum á Zarepta, og tað er ikki tal á øllum teimum munnum, hon hevur verið við til at metta.
Tey bæði fingu børnini Hans, Eimy og Maud, sum eru fødd í Danmark. Í Føroyum er Dorrit komin afturat. Øll børnini búgva í Havn.
Barnabørnini eru 10 og langommu og -abbabørnini eru 8.
Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku. Tey bæði hava nevniliga føðingardag dag um dag.
ó.
Óla Hendrik 80 ár:
Var á manningarlistanum hjá Hans Hedtoft