Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú føroyingr ímóti at keypa kostískoyti, sum fæst á fleiri útlendskum heimasíðum Seinastu tíðina eru fólk vorðin meiri tilvitað um heilsu, rørslu og sunnan kost og í hesum sambandi trýtur ikki við góðum tilboðum um kostískoyti av øllum handa slagi, sum hjálpa bæði fyri einum og øðrum.
Men tá ið kostískoyti verður bílagt á internetinum, krevst allarstørsta varsemi, tí summi av hesum kostískoytum eru rættiliga vandamikil fyri heilsuna.
Serliga skal varsemi vera stórt, tá ið talan er um evni, sum eru at fáa á netinum, men sum ikki eru at fáa í handlum, sum annars selja slíkt.
Víst verður á, at onki eftirlit er við, at tað, sum í veruleikanum er í kostískoytinum, er tað, sum stendur í vørulýsingini.
Og nú ávarar heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti at keypa hesi sløgini kostískoyti: BSN Epozine-02, Muscletech Vitakic, BSN Cheaters Relief og Optimum Vassive Formula-X.
Starvsstovan sigur, at BSN Epozine-02 kann skaða nervalagið og Muscletech Vitakic kann skaða miðnervalagið, altso mønina og heilan. Hinvegin kann BSN Cheaters Relief vera skaðiligt fyri livrina og í Optimum Vassive Formula-X er rótin av eini eiturplantu.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir teimum, sum kostískoyti av hesum slagi liggjandi, um at tveita tað burtur.
Ávarað verður eisini ímóti kostískoyti, sum er at fáa á netinum og sum hevur ólógliga plantuevnið, Tribulus terrestris, eisini kent sum Maltukrossur, í sær, tí tað kann elva til álvarsligar skaðar á livur og nervalag.
Summar av hesum heimasíðum eru á donskum, men eru skrásettar í Póllandi og eru tískil ikki undir danskari lóg.
Annars ber til at fara inn á heimasíðuna www.altomkost.dk at kunna seg um, hvørji kostískoyti eru skrásett hjá danska matvørueftirlitinum og sum myndugleikarnir sostatt eisini hava ftirlit við.