Arafat fyri skotum
Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur í einari nýggjari frágreiðing, at tær palestinsku sjálvmorðsatsóknirnar eru krígsbrotsverk.
Felagsskapurin sigur, at palestinski leiðarin, Yasser Arafat, ger alt ov lítið fyri at steðga atsóknunum. Í frágreiðingini stendur, at teir palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir hava ábyrgdina av fólkinum á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum, og teir hava tí eisini ábyrgd av teimum, sum skipa fyri og fremja sjálvmorðsbumbuatsóknir.
Sambært Human Rights Watch eru 415 ísraelsmenn og onnur sivilfólk deyð í yvirgangsatsóknum seinastu tvey árini. Umleið 2.000 hava fingið skaða.
Syngja um Putin
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur leingi verið væl umtóktur í heimlandinum, og nú hevur ein gentubólkur gjørt hann til evnið í einum nýggjum tónleikalagi.
Í sanginum siga genturnar í bólkinum Singing Together, at tær eru troyttar av teimum russisku monnunum, sum drekka ov illa, og sum alt ov ofta koma sær í trupulleikar av ymsum slagi. Tað hevur við sær, at nógvar gentur og kvinnur verða illa viðfarnar av monnunum.
Men Putin er annar maðurin, syngja genturnar. Hann drekkur ikki og er siðiligur, og tí átti hann at verið ímyndin hjá øllum russiskum monnum. Genturnar í Singing Together syngja, at tær vilja hava ein mann sum Vladimir Putin.
Halda seg hava funnið skammbyrsuna
Løgreglan í Svøríki sigur nú, at ein skammbyrsa, sum varð funnin fyri fjúrtan døgum síðani, er eftir øllum at døma tað vápnið, sum Olof Palme, forsætisráðharri varð skotin við.
Síðani Magnum-skammbyrsan varð funnin, hevur løgreglan kannað hana, og í gjár hevði ein ónevndur starvsmaður í løgregluni, at skammbyrsan eftir øllum at døma er tann sama, sum varð nýtt til Palme-morðið.
Agneta Blidberg, sum hevur ábyrgdina av morðkanningunum, er tó ikki so sannførd. Hon segði í gjár, at skammbyrsan, sum varð funnin fyri fjúrtan døgum síðani, kann vera morðvápnið, men hon legði afturat, at tær seinastu kanningarnar eru ikki lidnar enn.
Tá skammbyrsan varð funnin, ljóðaði, at talan var um eina skammbyrsu, sum varð stolin frá einum manni, men kanningarnar vístu, at so var ikki.