Ávara nú ímóti fleiri føroyskum fiskavørum

Bakteria, sum kann verða lívshættislig, er funnin í fiskavørum frá føroyskum framleiðara

Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti enn fleiri fiskavørum frá Sjógæti. Orsøkin er, at listeria, sum er ein bakteria, sum, kann vera lívshættislig, er funnin í fiskinum. Nakað síðani varð ávarað ímóti kaltroyktum fiskavørum frá Sjógæti, sum síðani varð afturkallað og tikin úr handlunum.

Les meiri um tað her: Lívshættislig bakteria funnin í føroyskum fiskavørum

Nú sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at ávaringin eisini umfatar frystar, kaltroyktar vørur frá sjógæti. Talan er um vørur, sum eru pakkaðar í tíðarskeiðnum frá 5. oktober  í fjør til og við 26.mars í ár og orsøkin er eisini tann, at listeria er funnin í nøkrum av pakkunum.

Hetta er fiskur, sum kann verða seld undir heitinum, Rinka og listeria er funnin í pakkum bæði í oktober í fjør og í mars í ár. Tí er vandi fyri, at listeria eisini er í øðrum pakkum, sum eru pakkaðir hetta tíðarskeiðið. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at listeria kann vera sera vandamikil. Sjúkuteknini minna um vanliga influensu við fepuri, høvuðpínu og eisini magatrupulleikum viðhvørt.

Fødevarestyrelsen í Danmark sigur, at fólk, sum annars eru frísk, verða ikki serliga sjúk av listeriu, men tey kunnu fáa leyst lív, og sjúkutekin, sum minna um influensu í nakrar dagar.

Men listeria kann verða lívshættislig fyri fólk, sum longu eru sjúk, ella sum hava vánaliga immunverju tí tey taka ávísan heilivág, Tey kunnu nevniliga fáa blóðeitran og meningitis og verða tey smittað við listeriu, er vandin fyri at doyggja av tí, heili 25 prosent, sigur Fødevarestyrelsen.