Seinasta sunnudag fóru eitt stórt ferðalag við vaskikonum úr Klaksvík á stuttleikaferð í Vágarnar. Talan var um vaskikonurnar í Christianskirkjuni. Ferðalagið var stórt, og umframt vaskikonurnar vóru báðir prestarnir, umboð fyri kirkjuráðið og ein deknur við. Hetta var eitt gamalt hugskot, sum endiliga bleiv ført út í lívið, og fingu tey ein frálíkan túr. Fyrst fóru tey til gudstænastu. Nøkur valdi at fara í kirkju í Sandavági, meðan onnur fóru í Miðvági. Aftan á gudstænastuna fóru tey á hotellið at eta. Síðani gekk leiðin við bussi til Gásadals, har tey gingu oman til sjálva bygdina. Tá tey høvdu verið í Gásadali, varð farið heim aftur til Klaksvíkar. Ferðalagið var stórt, um 100 fólk, og lótu tey øll væl at hesum stuttleikatúri, sum hóast regnið, var væleydnaður.