Vatn verður tulkað til Summarframsýningina

Í hesum døgum er forvitnislig framsýning í Norðurlandahúsinum. Evnið á framsýningini er "vatn", og út frá hesum evninum hava føroysk og útlendsk listafólk latið verk til sýningina. 

 

Framsýningin er í samband við Summarframsýningina 2018 og berur heitið "VATN – Norðurlendsk Salón". 

 

Soleiðis skrivar Norðurlandahúsið um framsýningina:

 

- Vatn bæði bindur og skilir okkum í Norðurlondum. Harumframt hevur vatn givið okkum eina ørgrynnu av symbolskum og formligum møguleikum í listasøguni. Framsýningin gevur eitt boð uppá, hvussu listin í dag viðger hesa lívgevandi, men eisini týnandi evnasambinding. Tað politiska, tað skaldsliga. Tað evnisliga, tað flótandi. Tað fornsagnarfrøðiliga, tað verkliga, tað fagurfrøðiliga. 

 

Tey listafólkini, ið luttaka, koma bæði úr Føroyum, Norðurlondum og Baltikum. Tey eru hesi:

Andris Vītoliņš (LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV)


Summarframsýningin lat upp 16. juni og endar 17. august.