Hóast aðrar fortreytir kanska ikki eru so nógv við vágbingum, so eru hagtølini í øllum førum í teirra parti. Seinastu tíggju árini hava teir fimm ferðir vunnið heimadyst móti NSÍ, sum í sín part hevur tríggjar útisigrar.
Størsta favorittarni sambært hagtølunum eru tó tey bæði havnarfeløgini, sum hava havt sera gott tak á ávíkavist ÍF og KÍ. Og bæði millum TB og Skála og millum GÍ og EB/Streym stendur á jøvnum undan umfarinum sunnudagin.