Hondbóltur
Klokkan 13.30 skal føroyska U21-landsliðið nevnliga spæla í Vestmanna móti donsku U18-europameistarunum. Una er partur av føroyska U21-hópinum, og upplivingin móti donsku europameistarunum er av tí slagnum, sum flestøll við tilknýti til hondbóltin ynskja at royna.
Hinvegin er Una eisini partur av VB-liðnum, sum stríðist fyri lívinum í Sunset-deildini. Kanska eru útlitini til stig ikki tey bestu, tá liðið skal spæla á útivølli móti føroyameistarunum úr Tjaldri. Men talan er um dysti, sum krevur í misnta lagi eitt fullmannað VB-lið, og talan er eisini um dyst, sum Una fyri alt í verðini vil sleppa at spæla.
Sum skilst hevur VB til fánýtis biðið bæði HSF og Tjaldur um at flyta dystin, men tað hevur á ongan hátt borið til. Og helst verður loysnin, at Una byrjar dagin við at ferðast til Vestmanna, fyri síðani at ferðast til Runavíkar, tá landsdysturin er hálvrunnin. Neyvan tað, sum kann kallast fyri optimal fyrireiking hjá nøkrum spælara yvirhøvur.