VB styrkti um bronsustøðuna

Hvonndeildin: Greið hálvleiksleiðsla legði lunnar undir útisigur til vágbingar

Ein dystur er spældur í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum, Hvonndeildini, í dag. Í høllini á Skála tók botnliðið í deildini, StÍF, ímóti VB, sum er triðfremst og á bronsuplássi.

 

Sostatt vóru vágbingar favorittar undan dystinum, og tað eydnaðist eisini VB-kvinnunum at hála væntaða sigurin heim. Tað leikaði javnt á fyrsta korterið, har liðini fylgdust á máltalvuni. Men síðsta korterið í fyrra hálvleiki tók útiliðið veruliga dik á seg og avgjørdi mestsum dystin. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 15-9 til VB, og harvið var mótbrekkan hjá strandingum sera tung undan seinna hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki byrjaði VB við at økja um leiðsluna og var eitt skifti á odda 21-14, men síðsta korterið eydnaðist heimaliðnum at pynta um úrslitið, so endaligi munurin ikki gjørdist so stórur. At enda vann VB ikki meir enn 26-23, men sigurin kom kortini ongantíð í vanda.

 

Frástøðan hjá VB til tey fremstu finaluplássini er ov lang til, at vágbingar kunnu gera sær nakrar finaluvónir, men tær hjá VB kunnu fegnast um, at frástøðan til nummar fýra í deildini, VÍF, nú er fýra stig. Tó hava vestmenningar spælt ein dyst færri enn VB.

 

StÍF er framvegis nummar seks og aftast í deildini við fýra stigum. Fullfíggjaða stigatalvan í deildini sæst niðanfyri:

 

1. Neistin 26 stig (15)

2. Kyndil 24 stig (14)

3. VB 17 stig (15)

4. VÍF 13 stig (14)

5. Stjørnan 6 stig (16)

6. StÍF 4 stig (16)

 

Málskjúttarnir í dystinum á Skála vóru hesir:

 

StÍF-VB 23-26 (9-15)

 

StÍF: Poula D. Berg 6, Ninna K. Johansen 4, Erla Petersen 3, Sunfríð B. Johansen 3, Ingibjørg Kass 2, Birna Johannesen 2, Vár D. Poulsen 2 og Guðrun Gærdum 1. 

 

VB: Danijela Mistric 11, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 5, Christina Holm 2, Magna Tórðardóttir 2, Gurið Krosslá Augustinussen 2, Rannvá Johannessen 1, Rebekka Godtfred 1, Barbara K. Hjelm 1 og Bára K. Mortensen 1.