Ta? var gott lag í VB leguni, eftir at ta? í gó?ve?rinum mikukvøldi? hev?i eydnast at bast NSÍ. Merkisvert var ta?, at onkrir av spælarunum, sum higartil hava spælt nógv, ikki vóru á li?num. Eitt nú var Birgir Jørgensen als ikki á li?num. Hann sigst ikki hava tí? at spæla fótbólt júst nú, og Jón Pauli Olsen, sum ikki var vi? á venjingarleguni í Danmark, spældi bara sí?sta hálva tíman.
VB hevur seinnu árini havt gó? dreingjali? og unglingali?, og ta? sæst nú aftur á besta li?num, har n?ggir spælarar bjó?a seg fram.
Bjarni Johansen, sum var brandur í málinum, heldur, at ta? er komi? væl vi? hjá teimum, at teir vóru á venjingarlegu í Danmark, og hann avskrivar avgjørt ikki møguleikan fyri hei?ursmerkjum:
? Vit skulu spæla á Skála sunnudagin, og vit fara eftir øllum stigunum. Vit hava alt ár mett okkum at hava manning til at vera vi? í toppinum, men ta? hevur nakrar fer?ir ikki veri? nóg gott. Eitt nú kom ta? illa vi?, at vit á Jóansøku taptu ímóti GÍ.