Hóast VB hevur spælara á føroyska U21-landsliðnum, sum í dag spælir móti danska U18-landsliðnum, er dysturin í Runavík millum Tjaldur og VB ikki fluttur.
Á pappírinum er her talan um avgreiðsluspurning hjá Tjaldri. Men hóast uppgávan er møtumikil hjá VB, so royna tær enn einaferð at fáa stig. Í øllum førum skal VB hava fýra stig, um tær skulu bjarga tilveruni í deildini, og so er líkamikið, hvør mótstøðan.