Veðrið

.

Veðrið í dag:

Fyrst lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi, men út á dagin veksur hann vindin til hvassan vind. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælingur. Hitin fellur niður í 6 til 9 stig.


Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Framvegis upp í hvassan vind høgt og ælingur, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin fellur niður í 4 til 9 stig. Mánanáttina minkar hann vindin nakað.


Veðrið mánadagin og týsdagin:

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, seinni lækkar hann niður í útsynning. Sólglottar og okkurt æli og hitin millum 4 og 9 stig.


Í gjár:

Eitt víðfevnandi lágtrýst í landsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein eystan og vil enn geva Føroyum regn av og á og lítlan vind.


Í dag:

Í vikuskiftinum rekur køld luft av norði og útnyrðingi móti Føroyum og hann veksur vindin. Týsdagin kemur ein hátrýstryggur inn yvir Føroyar og veðrið verður meira støðugt.