Ráðið fyri ferðslutrygd hevði ársfund mikudagin 23. apríl. Har varð samtykt ein áheitan um Nullhugsjónina. Á fundinum var eitt umfatandi álit við heitinum "Ávegis til Nullhugsjónina", lagt fram og viðgjørt. Ráðið gjørdi hesa samtykt: "Við støði í hesum áliti heitir Ráðið fyri Ferðslutrygd á vinnumálaráðharran um at leggja uppskot fram um ferðslutrygdarpolitikk, sum ber heitið, Ávegis til Nullhugsjónina, til samtyktar á Føroya Løgtingi".
Í álitinum, ið er sera rúgvusmikið, stendur m.a. at endamálið er at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini, at alt virksmi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið. Miðað eigur at verða eftir at gera munagóðar og miðvísar ábøtur á vegakervið og at akførini framhaldandi verða útgjørd við nýggjastu trygdarskipanum, soleiðis at bæði vegir og akfør lúka tey fremstu trygdarkrøvini.
Hósdagin vóru formaðurin í Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen og leiðarin í Ferðslutrygd, Jón Kragesten, úti í Tinganesi og handaðu Bjarna Djurholm, vinnumálaráðharra álitið. Bjarni Djurholm segði í Degi og Viku hóskvøldið at nevndin, sum fyrireikar eina nýggja ferðslulóg fær hetta tilfari at arbeiða við. Tann nevndin verður vónandi liðug við sítt arbeið um eitt ár ella so, segði Bjarni Djurholm, sum tók undir við at tey ungu, sum taka koyrikort fáa eitt roynarkoyrikort at byrja við.
Nýggi formaðurin í Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, sum hevur fleiri ára royndir í politikki, ætlar sær at arbeiða miðvíst fyri at vit fá ein ábyrgdarfullan ferðslutrygdarpolitikk.