Vegskattur

Jákup á Fløtti Jacobsen

Nú ljóðar, at vegskatturin skal hækkast. Og sjálvandi skulu tey, íð nýta vegirnar minnst gjalda líka nógv ella meira enn tey, íð slíta vegirnar mest.
Hækkanin av vegskattinum vil eisini seta útoyggjar og onnur fjarskotin økir í eina ringa støðu, tí akførini har koyra rættuliga stutt strekkir um árið, men tey skulu kortini gjalda líka nógvan vegskatt, ella meira , enn tey sum koyra mest.
Ikki er óhugsandi, at tað eisini vil føra lógloysi og ábyrgdarloysi við sær, tí væntandi er, at fleiri eigarar av akførum taka nr. spjøldrini av akførunum og síðan koyra uttan trygging og uttan at gjalda vegskatt  helst á fjarskotnum økjum.
Hvat so tá ólukkan hendir.
Eisini vil ein hækkan av vegskattinum økja munandi um stattarmunin í Føroyum, tí hækkanin av vegskattinum rakar tey harðast, íð forvinna minnst.
Verður havt í huga, at tað eru persónar, ið fáa skattafría upphædd um árið, íð svarar til eina vanliga nettoarbeiðsmannaløn, fyri at flyta seg ímillum arbeiðspláss og bústað, so er greitt fyri ein og hvønn, at stattarmunurin í Føroyum økist í stóran mun. Og við sovornum hugburði vil stattarmunurin bert økjast meira og meira, sum tíðin líður.
Aðrar óhepnar fylgjur eru eisini væntandi, tí óiva verður slakað á øðrum økjum við at gjalda fyri tænastur o. a., ið so skulu krevjast inn á annan hátt, sum í ringasta føri kunnu enda við at onkur fer á húsagang.
Ikki er óhugsandi, at ávís brotsverk fara at vinda upp á seg.
Meira rættvíst hevði verið, um vegskatturin varð goldin saman við brennievninum, tí so varð goldið eftir, hvat hvør einstakur nýtti vegirnar.
Møguliga kundi hetta gjald, lagt á brennievni, verið so mikið, at koyrast og siglast kundi allastaðni uttan meirkostna, t. v. s. ígjøgnum tunnlar - við rutubátum og líknandi.
Fyri teir, íð hava koyring sum vinnu, kann tað vera líka mikið, tí har verða útreiðslurnar við í roknskapinum.
Eisini hevði sloppist undan, at fólk skal setast til at taka nr.spjøldur, um
vegskatturin ikki verður goldin. Vegskattamál eru ógvuliga tíðarkrevjandi um øll mannagongdin verður umrødd. Og við fráboðaðu broytingum vilja hesi og onnur mál økjast í stóran mun.
Fryktandi er fyri at væntaði vinningurin verður upp etin av óhepnum fylgjum av ætlaðu broytingunum av vegskattinum.
Sum nú er verður eykagjald lagt oman á vegskattin, um hann ikki verður goldin til tíðina. Tað eykagjaldið rakar harðast tey, íð royna at gjalda, men av og á ikki megna at gjalda til tíðina.
Tann arbeiðsorka, íð bleiv leys av at taka sær av vegskattamálum, hevði verið betur nýtt til onnur endamál, sum til dømis skjótari og betri avgreiðslu á øðrum arbeiðsøkjum.
Staðfestast má at vegskattahækkingin, sum er í vænti, bert er til skaða fyri samfelagi, meðan ein hækking av prísinum á brennievnim har vegskattur var íroknaður, hevði verið meira rættvísur fyri øll.