Vejle kann tryggja sær uppflyting sunnudagin

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle spæla á útivølli ímóti liðnum hjá Jákupi Thomsen, Thisted

Í morgin klokkan 12.45 er sannleikans tími í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

Tá verður seinasta umfarið leikt. Oddaliðið, Vejle sum hevur Viljorm Davidsen á liðnum vitjar Thisted, ið er liðið hjá Jákupi Thomsen. Vejle hevur 62 stig og er trý stig frammanfyri Esbjerg, ið hevur 59 stig. Esbjerg hevur tó ein málmun, ið er fýra mál betur enn tann hjá Vejle. Tað merkir, at vinnur Esbjerg heimadystin ímóti HB Køge, og Vejle tapir ímóti Thisted so flytur Esbjerg upp í superliguna.

 

Um Esbjerg spælir javnt ella tapir flytur Vejle upp óannsæð. Tað ger Vejle eisini við javnleiki ella sigri í Thisted. Hundraðtals vejlensarar ætla at taka túrin til Thisted fyri at stuðla Vejle, ið hevur spælt í næstbestu donsku deildini fleiri kappingarár á rað nú.

 

Umboð fyri hópin hjá Esbjerg siga við Vejle Folkeblad, at teir vóna, at Vejle fær gummibein ímóti Thisted, og so kann Esbjerg tryggja sær uppflytingina í seinastu løtu.

 

Nummar eitt í næstbestu donsku fótbóltsdeildini flytur beinleiðis upp í superliguna. Nummar tvey og trý spæla upp- og niðurflytingardystir ímóti næst- og triðringasta liðnum í superliguni.

 

Dysturin millum Thisted og Vejle verður vístur á TV3 Sport, ið fleiri í Føroyum hava atgongd til.

 

Vejle var eitt stórlið í gomlum døgum, men seinasta meistaraheitið var vunnið í 1984, og seinast Vejle var danskur steypavinnari var afturi í 1981. 

 

Størsti spælarin Vejle hevur uppfostrað er Allan Simonsen, ið var Føroyum ein góður landsliðsvenjari millum 1994 og 2001. Í 1977 var Allan Simonsen sum einasti danskarin nakrantíð valdur til ársins spælara í Evropa.