Í morginárini, fríggjadagin, verður aftur FM í ungum virki í SMS.
Fyrireikararnir siga, at næmingar og ráðgevarar hava arbeitt dúgliga alt skúlaárið fram ímóti hesum degum, har teir fara at leggja úrslitið fram.
Í ár verða tað 11 næmingavirki úr Handilsskúlanum í Havn og Tekniska Skúla í Klaksvík, sum kappast um FM heiti í Ungum Virki.
Men somuleiðis fáa tey vitjan av fýra næmingavirkjum úr grannalondunum, og fyri fyrstu ferð hava tey eisini bjóðað einum bólki úr SkúlaFM við, at vísa sítt hugskot fram á tiltakinum í SMS.
Og Klokkan 17 verður so løtan, har Føroyameistarin í Ungt Virki, verður kosin, og virðisløn verður handað.
Fyrsta virðislønin er rætturin til at luttaka í DM í Keypmannahavn, har kappast verður við teimum bestu næmingavirkjunum í Danmark.
Og á veitsludøgurða um kvøldið verður eisini ein virðislønin latin fyri Besta Hugskotið.