Velja klassisk nøvn men nýggj sum Atlas og Gabriel vinna fram

Brandur og Elias vóru tey mest umtóktu dreingjanøvnini í Føroyum í fjør, meðan nýggj nøvn sum Atlas og Gabriel halda fram at vinna fram.

Brandur og Elias vóru tey mest umtóktu dreingjanøvnini hjá børnum, sum vórðu fødd í Føroyum í 2025.

 

Sjey dreingir fingu hvørt av nøvnunum, vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya.

 

Næst á listanum kemur Gilli, sum seks dreingir vórðu nevndir. Hákun og Gabriel vórðu givin fimm dreingjum hvør.

 

Brandur og Elias halda fram

 

Bæði Brandur og Elias hava verið millum mest umtóktu dreingjanøvnini í fleiri ár.

 

Sambært Hagstovuni hava bæði nøvnini tvær ferðir áður ligið ovast á listanum, millum annað í 2023.

 

Síðani 1985 hava 136 dreingir fingið navnið Brandur og 101 navnið Elias. Við ársenda í fjør búðu 144 menn í Føroyum, sum eita Brandur, og 118, sum eita Elias.

 

Nýggj nøvn vinna fram

 

Fleiri av teimum vælumtóktu dreingjanøvnunum eru lutfalsliga nýggj í Føroyum.

 

Gabriel er fyrstu ferð skrásett í navnauppgerðini í 2003, og síðani hava 21 dreingir fingið navnið.

 

Enn nýggjari er navnið Atlas. Áðrenn 2019 var eingin skrásettur við tí navninum í Føroyum, men í fjør fingu fýra nýføddir dreingir navnið.

 

Jákup framvegis við

 

Hóast nógv nýggj nøvn hava vunnið fram, eru eisini fleiri klassisk føroysk nøvn framvegis væl umtókt.

 

Millum tey mest brúktu í 2025 vóru Jákup, Jónas, Lukas, Mattias, Rókur og Heri. Hvørt av hesum nøvnunum varð givið fýra dreingjum.

 

##med2##