Eftir drúgt orðaskifti seinastu vikurnar, er eitt uppskot um at hækka barnafrádráttin komið í Løgtingið, men tinglimirnir úr Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum hava drálað við at seta sínar undirskriftir á uppskoti, soleiðis, at tað slapp til viðgerðar.
Neyðugt er við 17 undirskriftum, og við einans andstøðuni og Miðflokkinum, bar einans til at telja upp í 15. Júst nú er tó vorðið greitt, at tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum fer at seta sínar níggju undirskriftir á uppskoti.
- Tað er »fair play«, haldi eg, nú landsstýrið í fleiri førum hevur lagt uppskot fram, hóast freistin er farin. Á einum demokratiskum grundarlagi kunnu ikki nokta hesum uppskotinum at sleppa til viðgerðar í løgtinginum, sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.
Sambært honum er Rósa Samuelsen, sum eisini er forkvinna í løgtingsins trivnaðarnevnd, nú farin undir at savna undirskriftirnar hjá sínum floksfeløgum, og í næstum kann uppskoti fara til viðgerðar í Løgtinginum. Nú uppskotið um hækkað barnaískoyti fer til viðgerðar, verður høvi hjá øllum flokkum at seta síni fingramerki á upprunauppskotið ella atkvøða í móti uppskotinum.