Venjing og rehabilitering innan eldraøkið

Ergo- og fysioterapeutarnir á Lágargarði og økisterapeuturin í Suðurstreymoy

Í hesum døgum kunnu vit spyrja okkum sjálvi, um Føroyar eru eitt vælferðarsamfelag, tá ið spariknívurin aftur og aftur rakar grundleggjandi tænastu til tey veikastu - tvs. tey eldru, sjúku, og brekaðu - í okkara samfelagi.
Fyrr í ár var tað maturin, dagstovnurin og venjingin fyri heimabúgvandi fyritíðar- og fólkapensiónistar á Lágargarði, ið skuldi sparast burtur, og øll minnast, hvussu tey gomlu grótu um, at samfelagið ikki unti teimum hesi tilboð.
Nú skal aftur sparast inn á bein á Landssjúkrahúsinum, og har hevur leiðslan valt at spart seingjaplássini á apopleksideildini E3 niður í nærum eina helvt. Hetta fer at fáa álvarsligar fylgir fyri tey fólk, ið verða rakt av ræðuliga heilasjúkuni apopleksi - tvs. blóðtøpp ella bløðing í heila, har tað frammanundan er ov lítil viðgerð at heinta í Føroyum. Aftur her eru tað tey veiku eldru borgararnir, ið verða meint raktir, tí serkønn venjing heilt frá byrjan av er grundarlagið undir, hvussu framtíðin hjá tí einstaka apopleksirakta verður. Hesi seingjapláss, ið verða skorin burtur, spara ikki samfelagnum nakað, tí hesir sjúklingar liggja so á øðrum deildum og taka pláss ella verða útskrivaðir til eina heimarøkt, ið frammanundan er illa sperd. Ergo- og fysioterapivenjingin fylgir ikki við til allar kommunur, tí í dag er tað einans ein økisterapeutur í Sandoynni og ein í Suðurstreymoy. Í 2002 blivu tveir terapeutar settir á Lágargarði fyri at hækka tilboðið til heimabúgvandi pensiónistar í Suðurstreymoy. Alt í alt eru bert fýra alment settir terapeutur í Føroyum, ið hava heimabúgvandi sum arbeiðsøki. Her er altso ikki einans talan um apopleksirakt, men allar heimabúgvandi pensiónistar í áðurnevndu økjum.
Gamaní so er heilsu- og almannaverkii dýrt hjá einari smátjóð sum okkara at reka, men spurningurin er eisini um øðrvísi raðfestingar innan hesi økir ikki høvdu spart okkum pening, umframt at hækka dygdina munandi? Tað eru í hvussu er staðfest uttanlands t. d. í Danmark, at tað er peningur at spara við at raðfesta ergo- og fysioterapivenjingin í størri mun bæði á sjúkrahúsið; við økisterapi í kommununum fyri heimabúgvandi og við at seta á stovn venjingarmiðstøð, har fólk, ið eru rakt av neurologiskum sjúkum v. m. kunnu fáa eitt uppihald við intensivari venjing.
Fyrimunir við einum eldraøki, sum í størri mun leggur dent á fyribyrging og rehabilitering sum ergo- og fysioterapivenjing og í minni mun á sjúkrarøkt eru: at útreiðslan til heimarøkt lækkar og lívsgóðskan hjá brúkaranum hækkar.
Sum øllum kunnugt gerast tað alsamt fleiri og fleiri gomul fólk í Føroyum í mun til samlaða fólktalið og er hetta eitt økið, ið er ein stór útreiðsla fyri samfelagið t.d. til heimarøkt, røktarheim og ansingarveitingar o. s.fr.
Vaksandi talið av eldri sæst út frá tølum frá Hagstovu Føroya, ið vísa:
Í 1989 vóru 5583 fólk í Føroyum yvir 65 ár. Í 2004 var talið vaksið til 6425 fólk yvir 65 ár.
Í 1989 vóru 430 fólk í Føroyum yvir 85 ár. Í 2004 vóru heili 774 fólk yvir 85 ár. Sum tað sæst er talið av fólki yvir 85 ár í Føroyum nærum tvífaldað seinastu 15 árini og tá ið alt talar fyri, at henda gongdin heldur fram, kann ein bert ímynda sær, hvat hetta fer at merkja fyri samfelagið.
Við aldrinum hækkar eisini tilburðirnir av kroniskum sjúkum. Nógvar av hesum sjúkum eru ikki deyðiligar, men gera tað at viðkomandi missir ymiskar førleikar.
Sambært kanning hjá heilafelagnum 2002 eru árliga uml. 100 nýggir tilburðir av blóðtøpp ella bløðing í heila í Føroyum. Sama kanning vísir eisini á, at føroyingar koma seg verri eftir heilatilburð enn danir og at orsøkin er vantandi uppvenjing til tey apopleksiraktu. Í staðin fyri at játta fyribyrgjandi tilboð sum ergo- og fysioterapivenjing fer nærum allur peningurin innan eldraøkið til sjúkrarøkt - til heimarøkt ella røktarheim.
Vit vilja hervið mótmæla sparingunum á E3 á Landssjúkrahúsinum, ið fara at fáa óhugnaligar fylgjur fyri tey, ið verða rakt av bløðing ella blóðtøppi í heila í Føroyum hetta fram til jóla; umframt tey hundraðtals apopleksiraktu fólkini, ið eru á bíðilista til venjingaruppihald á E3, tí fyri tey, er venjingin einasta vón fyri at fáa eitt betri lív, har tey kunnu vera meira sjálvhjálpin í gerandisdegnum.
Við hesum heita vit, út frá omanfyristandandi, á avvarðandi myndugleikar og umsiting um at taka hetta í álvara og ikki spara á hesum øki, men heldur seta miðvís tiltøk í verk fyri at tryggja okkara eldri borgarum neyðugu tilboðini um venjing og rehabilitering bæði á E3 á Landsjúkrahúsinum og á hinum báðum sjúkrahúsunum; úti í kommununum við økisterapi og venjingarmiðstøðum (sum Tjarnargarður upprunaliga var umbygdur til).