Verður kannað sum drápsmál

Danska løgreglan veit ikki, um pinkubarnið, sum varð funnið uttan fyri Horsens í gjár, var deyðføtt, ella um talan er um eina brotsgerð

Løgreglan í Horsens hevur fingið fleiri ábendingar frá fólki, eftir at líkið av einum pinkubarni varð funnið í einari lund í býnum seinnapartin í gjár. Sagt verður, at fleiri eru komin við upplýsingum um kvinnur, sum hava verið við barn, men at eingin sigur seg hava sæð nakað óvanligt í lundini.

 

Líkið av teirri lítlu gentuni lá í einum handklæði. Løgreglan sigur, at talan er um eitt nýborið barn, og tað lá í fosturstøðu. Tað hevur ljósan húðalit. Eftir at serfrøðingar hjá løgregluni høvdu kannað staðið, bleiv líkið flutt á eina rannsóknarstovu. Har skulu kanningar staðfesta, hvørjum barnið doyði av, og um talan er um eitt brotsverk ella ikki.

 

-Enn hava vit einki, sum sigur, at talan er um eitt brotsverk, men vit kanna kortini málið sum eitt drápsmál, sigur løgreglan í Horsens.