Tað kemur ikki sum ein skelkur, at Bartal Wardum spælir í HB komandi kappingarár. Hann hevur spælt við barndómsfelagnum alla sína yrkisleið – og tað heldur hann fram við. HB skrivar í dag, at miðverjin hevur gjørt sáttmála fyri 2024 og 2025.
Miðverjin hevuir spælt um 250 dystir fyri besta mansliðið hjá HB. Hann fekk sínar fyrstu dystir longu tá hann var tannáringur. Eitt skifti í ár var hann besti maður á HB-liðnum, sum hevði trupult við at knúgva KÍ, Víking og B36.
Tað endaði við eini landsliðsúttøku, men enn hevur skjóti miðverjin til góðar at fáa ein kjans á landsliðnum. Tað er ongin vandi fyri tí í HB, tí har er ein ein av lyklaspælarunum í verjuni. Teitur M. Gestsson hevur longt sín sáttmála og Viljormur Davidsen hevur sáttmála fyri komandi kappingarár.
Tað einasti av navnframu verjuspælarunum hjá HB, sum ikki hevur sáttmála fyri komandi kappingarár er Ári M. Jónsson. Tað er eisini ógreitt hvussu HB loysir venjaraspurningin til komandi kappingarár.