Verjan var lykilin

Heldur enn at seta fokus á sítt egna avrik, valdi stjørnuskotið í H71-málinum at geva verjuni heiðurin av sigrinum móti Kyndli

Hondbóltur

 

Fram til í gjár vóru ikki so nógv í føroyska hondbóltsheiminum, sum kendust við Jóhan Hofgaard.

Men tey, sum vóru í Hoyvíkarhøllini í gjár, hava í øllum førum bitið merkið í navnið, sum uttan iva verður at hoyra rímiliga ofta komandi árini.

Eftir framúr gjøgnumbrotið, har Jóhan stóð samfullar 60 minuttir í H71-málinum, vildi 19 ára gamli málverjin tó ikki sjálvur gera alt ov nógv burtur úr sær sjálvum.

- Fyrst og fremst gleðist eg bara um, hvussu gott tað er at hava slíkar menn sum Jens Skipagøta og Levi Nybo afturat mær undir venjing. Tað hevur lært meg ótrúliga nógv, og í dag stuðlaðu teir mær alla tíðina, so hetta var ein fantastiskt uppliving.

Men var hetta ikki ein av heldur strævnu døgunum sum málverji?

- Eg haldi, at verjan hjá okkum gjørdi eitt serstakliga stórt arbeiði. Og tað var fyrst og fremst har, at vit vunnu dystin. Tað hevði ovurstóran týdning hjá okkum, at vit kundu steðga sigursrøðini hjá Kyndli, og tað er bara heilt fantastiskt, at hetta eydnaðist, sigur Jóhan Hofgaard.