Framsýningin fevnir um fleiri akrylmálningar, krit-og blýantstekningar umframt vatnlitismyndir, sum Heri av Reyni, sáli, hevur gjørt.
Heri av Reyni andaðist í fjør heyst. Hann læt eftir seg rúgvusmikið tilfar, og tað er ynski hjá familjuni, at almenningurin hevur møguleika at ogna sær eitt av listaverkum hansara.
Talan er sostatt um eina søluframsýning.
Millum listaverkini eru nakrar krittekningar, sum Heri gjørdi stutt fyri, at hann doyði, og sum hann hevði ætlanir um at sýna fram. Myndaevnið í hesum verkum snýr seg um orrustu og fagnað.
Heri av Reyni varð føddur í 1949. Hann var útlærdur maskinmaður og sigldi eitt skifti. Hann arbeiddi fleiri áratíggju sum húsavørður í Norðurlandahúsinum.
Heri var sonur kenda listamálaran, Ingálv av Reyni, og longu á ungum árum sýndi hann gott hegni at tekna. Hann hevði stóran áhuga fyri hesum yrki og tók fleiri kvøldskúlaskeið í list.
Frá miðskeiðis í 80-unum fekst Heri miðvíst við at mála og tekna.
Framsýning í Gallarí Williamsstovu í Niels Finsensgøtu í Havn verður eisini opin á mentanarnáttini og í vikuskiftinum fram til 9. juni.
Opið verður soleiðis hesar dagar:
Hósdagin 6. juni (17– 20)
Fríggjadagin 7. juni (16– 23)
Leygardagin 8. juni (16– 18)
Sunnudagin 9. juni (14– 18)