Verkætlanarleiðari við ábyrgdarkenslu, forvitni og fokusi á dygd í arktisku byggingini.
Vilt tú vera partur av einum sterkum byggifelagsskapi, har dygd byggir á ábyrgdarkenslu, áliti og hjálpsemi? Droymir tú um ein gerandisdag við spennandi verkætlanum í Grønlandi, har veðurlagið og landslagið seta serlig krøv til tínar yrkisførleikar? So ert tú kanska tann nýggi verkætlanarleiðarin hjá EMJ-ATCON!
TÍN LEIKLUTUR SUM VERKÆTLANARLEIÐARI
Sum verkætlanarleiðari hjá EMJ-ATCON fært tú eini einastandandi møguleiki at arbeiða við fjøltáttaðum verkætlanum í einum arktiskum umhvørvi, har bæði veðurlag og logistikkur seta serlig krøv til tínar yrkisførleikar og títt arbeiðslag. Tú ert partur av einari fyritøku, sum hevur greið virði: ábyrgd, forvitni, álit, hjálpsemi og evnini at lurta. Vit vænta av tær, at tú hvønn dag arbeiðir í samsvari við hesi virði, so tú saman við starvsfelagum og samstarvsfelagum ert við til at skapa tey bestu úrslitini.
TÚ FÆRT ÁBYRGDINA AV VERKÆTLANUM VIÐ EINUM VIRÐI Á 20-100 MIÓ. KR., HAR TÚ:
- Rekur verkætlanir frá hugskoti til avhendan í heildar-, megin- ella yrkisarbeiðstøkum
- Syrgir fyri at leggja til rættis verkætlan, útboð, útinnan og umsjón
- Tryggjar dygd og skjalfesting, sum liva upp til strangastu krøvini
- Heldur skil á búskapi, sáttmálum og fíggjarætlanum
- Handfert áhugapartar og samskifti – bæði innanhýsis, við byggiharrar og samstarvsfelagar
- Skapar eitt jaligt og trygt arbeiðsumhvørvi á byggiøkinum, har øll verða hoyrd.
EMJ-ATCON VÆNTAR AV TÆR
Sum verkætlanarleiðari hjá EMJ-ATCON hevur tað stóran týdning, at tú kennir teg sjálva/n aftur í virðunum hjá fyritøkuni. Okkara leiðarorð eru, “at KONSTRUKTIVI starvsfelagin fær tað besta úrslitið”:
Ábyrgdarkensla: Tú tekur ábyrgd av tínum verkætlanum og tekur fegin serlig stig, sum tryggja, at uppgávur verða loystar rætt og innan tíðarfreistina.
Forvitni: Tú hevur áhuga í nýggjum arbeiðsháttum, tilfari og tøkni og torir at seta spurningar, tá eitthvørt kann gerast á ein betri hátt. Tú ert forvitin um tínar starvsfelagar og teir førleikar, sum teir hvør sær koma við til arbeiðsuppgávuna.
Álit: Tú sigur frá, um okkurt ikki gongst sum ætlað, og tú gevur konstruktiva afturboðan, sum er við til at menna verkætlanina og starvsfelagarnar.
Hjálpsemi: Tú stuðlar tínum starvsfeløgum og deilir tína vitan, so øll kunnu lyfta í felag.
Evni at lurta: Tú rúmar hugburðinum og uppskotunum frá øðrum og hoyrir, hvat onnur siga við teg.
Harumframt ert tú byggifrøðingur ella verkfrøðingur og hevur royndir við verkætlanarleiðslu í byggivinnuni. Aldur og starvsaldur hava ikki so stóran týdning – vit leggja størstan dent á tíni virði, títt ágrýtni og tín hug at geva títt íkast til ein sterkan felagsskap.
VIT BJÓÐA
Sum verkætlanarleiðari hjá EMJ-ATCON fært tú ein einastandandi møguleika at arbeiða við burðardyggari bygging í serstøku grønlendsku náttúruni. Tú ert partur av ein sterkum fakligum umhvørvi, har tú kanst mennast og hava ábyrgd av spennandi verkætlanum, samstundis sum tú ert við til at nútímansgera bygging, tilfar og arbeiðshættir. Vit bjóða eina kappingarføra setanaravtalu, sum er í samsvari við tínar førleikar og royndir. Um tínum maka tørvar hjálp at finna eitt arbeiði, hava vit eitt stórt netverk, sum kann hjálpa.
UM EMJ-ATCON
Við fleiri enn 50 ára royndum í Grønlandi telist EMJ-ATCON millum landsins fremstu byggifyritøkur innan heildararbeiðstøkur og eginframleiðslu. Verkætlanirnar verða gjørdar við denti á at integrera nútímans tøkni og nýskapandi loysnir við vælkendar arbeiðshættir, sum hava atlit at harða veðurlagnum og serstøku umstøðunum í Grønlandi.
Visjónin, sum fyritøkan verður rikin við, er eitt ynski um at vera landsins viti fyri dygd, byggistýring og trygd. At vera tann heildararbeiðstakarin, sum kappingarneytar, byggiharrar og starvsfólk síggja upp til.
EMJ-ATCON er kent fyri at seta høg krøv til dygd og trygd og strembar eftir at vera best dámdi heildararbeiðstakarin hjá bæði byggiharrum og starvsfólkum. Sum ábyrgdarfullur leikari í grønlendska samfelagnum er fyritøkan við til at skapa burðardygga bygging, fakliga menning og ein sterkan felagsskap, har arbeiðsplássið er eitt góðskustempul fyri einstaka starvsfólkið.
ER HETTA NAKAÐ FYRI TEG?
Send tína umsókn og lívsrensl til [email protected]
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Dan Budek á tlf. +299 58 88 10
Vit gleða okkum til at frætta frá tær!











