Hendan støðan skal ikki sleppa at verða óforsvarlig fyri sjúklingar og okkara heilsuverk. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Í dag kallaðu semingsmenninir partarnir til fundar, men niðurstøðan var, at hvørgin parturin hevur flutt seg nakað serligt og tískil boðar semingsmaðurin frá, at sum støðan er nú, gera ikki meiri. Sostatt er vandi fyri, at verkfallið fer at draga út.
Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at at vit hava frían samráðingarrætt á arbeiðsmarknaðinum og tað fer hann ikkiat leggja seg út í. Men hann ásannar, at verkfallið er steinur oman á byrðu í hesum døgum, nú vit eisini hava korona at dragast við. Men nettupp tí heldur hann eisini, at partarnir hava eina serliga ábyrgd at finna eina semju.
Men hinvegin leggur hann eisini dent á, at hann fer aldrin at góðtaka, at støðan í heilsuverkinum verður óforsvarlig.
Hann sigur sostatt, at í somu løtu, hann fær at vita úr heilsuverkinum, at nú eru vit nærkast markinum til tað óforsvarliga, fer hann at boða løgmanni og landsstýrismanninum í fíggjarmálum, frá, og so SKAL okkurt henda. Tað, eg havi ábyrgdina fyri, skal vera forsvarligt, endurtekur hann.
Landsstýrismaðurin vil ikki siga tað sjálvur, men sosatt eru tvinnir kostir tá ið mett verður at støðan er óforsvarlig: Antin seta partarnir seg saman, kanska við semingsstovninum og finna eina semju, ella leggur Løgtingið upp í og ger ein enda á verkfallinum.
– Tað er ein støða, løgmaður og landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum mugu taka støðu til, leggur hann afturat.
Hann minnir á, at seinast, sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli, vardi tað í 17 dagar, tá ið eitt nýtt semingsuppskot varð lagt fyri partarnar, sum teir so góðtóku. Men so leingi skal hetta verkfallið ikki vara, sigur hann.
– Tað støðuna fara vit ikki út í aftur eina ferð afturat, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann sigur kortini, at hann hevur stórt álit á pørtunum sum samráðast og eg havi stórt álit á semingsmonnunum. Og hann vónar, at teir finna saman aftur við samráðingarborðið, ongantíð ov skjótt, og at teir ikki reisa seg aftur, fyrrenn teir eru samdir um ein nýggjan sáttmála.