Verkfallið, ið varð lýst at verða 6. mei kl. 8. verður hervið avlýst vegna fútaforboð.
Heitt verður á Álitisfólk felagsins at boða limunum frá hesum.
Harmiligt
Beint eftir, at niðrstøðan var kunngjørd úr fútarættinum, segði Jana H. Dalsgaard við portalin, at sjúkrarøktarfrøðingarnir harmast um, at fútarætturin skal vera mátin at loysa ósemjur.
? Enn hava vit bara fingið úrskurðin munnligt, og vit hava onga viðmerking fyrr enn vit hava fingið hann skrivligt fríggjadagin kl 13. Men vit virða avgerðina, og verkfallið er avlýst, segði Jana H. Dalsgaard.
Hon staðfesti tó, at sjúkrarøktarfrøðingarnir harmast, at tað ikki ber til at loysa konfliktir á annan hátt enn gjøgnum fútarættin. Hon metir ikki, at Landsjúkrahúsið á nakran hátt hevur latið upp fyri samráðingarmøguleikum.
? Og tað halda vit vera sera harmiligt, segði hon við portalin hóskvøldið.