Í dag er íverksetararáðstevna á Føroya Tele, har tú fært breitt og ítøkiligt innlit í, hvussu tú sum íverksetari kemur frá hugskoti til veruleika.
Ráðstevnan byrjar klokkan 13 við at Jógvan Arge, býráðslimur, setur tiltakið.
Á skránni eru framløgur frá Íverksetarahúsinum, TAKS og Vinnuframa. Eisini verða verkstovur við speed-netverkan, hugskotsmenning og løgfrøði. Harumframt ber til at vitja básar hjá Íverksetarahúsinum, TAKS og SPEKT, har til ber at fáa beinleiðis ráðgeving um íverksetaraviðurskifti.
Unga songkvinnan Marianna syngur nakrar sangir, og til ber at keypa drekkamun og okkurt til matna.
Íverksetararáðstevnan er ókeypis, og tað er ikki neyðugt at melda til.
Tað er Halgir Winther Nagata, sum skipar fyri ráðstevnuni, ið hevur heitið Nebula. Ein nebula er eitt fyribrigdi í rúmdini, har dust og annað tilfar savnast í stór skýggj, og tað er í hesum umhvørvi, at nýggjar stjørnur verða til. Halgir vónar, at hetta átak kann gera sítt til, at onkur íverksetarastjørna kveikist. Skráin sæst á nebula.fo
?
?
?