So er tað greitt, at ein av størstu poppstjørnunum í Svøríki í løtuni, Veronica Maggio, verður millum nøvnini á G! í ár.
Í februar í ár vann hon tríggjar Grammy: "Ársins poppnavn", "Ársins komponistur" og "Ársins teksthøvundur". Í fjør vann hon Rockbjarnir og Gaffa virðislønir fyri
"Ársins kvinnuligi live-artistur" "Ársins svenska lag", "Ársins svenski soloartistur", "Ársins svenska útgáva" og "Ársins svenska hitt".
Í Føroyum hava vit hoyrt mest til løgini Måndagsbarn og Jag Kommer, tað seinna er av hennara triðju og stórhittandi fløgu frá í fjør, Satan i Gatan. Við stakløgunum Jag kommer, Välkommen in, Mitt hjärta bløder og Satan i gatan á odda, gjørdist hon millum mest seldu fløgur í Svøríki í fjør og hevur higartil selt meira enn dupult platin.
G! Festival verður dagarnar 19. til 21 juli í ár. Til ber at lesa meira um Veronicu og restina av skránni á www.gfestival.fo