Hóast Jacob Vestergaard á felags tíðindafundi í Tinganesi hósdagin segði tilboðið frá Mariu Damanaki vera áhugavert, so kemur tað ikki til sjóndar í svarinum, sum fór úr Fiskimálaráðnum til Brússel í gjárkvøldi.
Úr svarinum kemur til kennar, at leisturin hjá Mariu Damanaki er, at Føroyar og Ísland skulu fáa sama part av makrelstovninum.
Men tað gongur ikki, sambært Jacobi Vestergaard.
- Eg kann ikki góðtaka eina loysn, har Føroyar í framtíðini fáa sama part sum Ísland og væl minni enn 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni, sigur Jacob Vestergaard í svarinum til Damanaki.
Í brævinum minnir landsstýrismaðurin á, at hann á toppfundinum í síðstu viku gjørdi greitt, at tað má vera munur á føroysku og íslendsku makrelkvotuni.
- Tað er mín greiða fatan, at Føroyar eiga at síggjast sum eitt strandaland í eini komandi avtalu um makrelin, sigur Jacob Vestergaard.
Jaligi tónin frá síðstu viku sæst tó partvís aftur í svarinum frá Jacobi Vestergaard, sum endar brævið til Mariu Damanaki við at heita á kommisserin um at halda fram við síni roynd at finna semju um makrelbýtið. Og somuleiðis sigur landsstýrismaðurin seg framhaldandi vilja arbeiða fyri at finna eina loysn á makreltrætuni.