Vestfinnur fluttur av bryggjuni í Vestmanna

Í kvøld er Vestfinnur, sum sakk við bryggju í Vestmanna í illveðri hin 19. desember í fjør, fluttur burtur av bryggjuni.

Í kvøld er hann fluttur burtur av bryggjuni í Vestmanna - stóri frítíðarbáturin Vestfinnur, sum sakk við bryggju í Vestmanna í illveðri hin 19. desember í fjør. 

 

Tað er Vestmanna kommuna, sum hevur heitt á partarnar - eigara og tryggingarfelag - um at fáa bátin fluttan burtur av bryggjuni, har hann hevur ligið og tikið pláss í fleiri mánaðir.

 

Herfyri segði borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, at kommunan hevði eitt inniligt ynski um, at báturin verður fluttur fyri bátastevnuna, sum verður í Vestmanna nú um vikuskiftið.
 

Tá báturin sakk, lak nakað av olju úr honum, og tí gjørdi Vestmanna kommuna tá - í samráð við eigara og tryggingarfelag - av at taka bátin upp á bryggjuna.

 

Í kvøld hevur ein stórur krani so tikið Vestfinn upp á ein vogn, og báturin er fluttur burtur, soleiðis at hann ikki liggur og skemmur havnalagið á bátastevnuni.

 

Vestfinnur, sum er smíðaður í 1971 í Klaksvík úr furu og eik, er 12 BT stórur, og báturin var tryggjaður hjá P/F Trygd. Eigari er Kristin Johansen í Vestmanna.

 

Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen.