Øll í Vestmanna Kommunu kunnu fara á bryggjuna í morgin eftir grind Eisini Vestmanna Kommuna hevur fingið heimapartar av grindini, sum legði beinini í Hvalvík í dag.
Av kommunuskrivstovuni í Vestmanna verður boðað frá, at vestmenningar kunnu fara oman á bryggjuna eftir sínum grindapørtum í morgin, sunnudagin millum klokkan 8 og 10 og aftur millum klokkan 13 og 15.
Tilsamans fáa tey í Vestmanna Kommununi eini 200 skinn av grind og tað gevur hvørjum fólki 2,5 kilo av tvøsti og góð tvey kilo av spiki upp á partin.