Vestmenningar fáa skjótivøll

Bygdaráðið í Vestmanna hevur nú samtykt at geva Vestmanna Byrsufelag loyvi til at brúka økið Úti á Berg til skjótivøll, har tey kunnu skjóta leirdúgvur og annað, sum hoyrir slíkum virksemi til.

Treytin er, at Vestmanna Byrsufelag ger eitt vendipláss úti við vøllin, umframt at treytirnar frá avvarðandi myndugleikum verða fylgdar.

Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent Vestmanna Byrsufelag og tey, sum eiga grannaognirnar, sum verða beinleiðis ávirkaðar av virkseminum, hava eisini gjørt sínar viðmerkingar

Samstundis heldur løgreglan, at økið er væl hóskandi til skjótivøll.

Myndina hevur Erik Christiansen tikið av Vestmanna