Dómkirkjan í Reykjavík verður karmur um góðan føroyskan kórsang til gudstænastuna sunnudagin klokkan 11.
Í samband við, at Vestmanna kirkjukór er í Íslandi í hesum døgum, syngja tey ymsastaðni á túrinum. Í morgin syngja tey í Dómkirkjuni og týskvøldið í somu kirkju klokkan 20.
Við í kórinum á Íslandstúrinum hesaferð eru eisini gestir, sum hjálpa til við solosangi og sita við klaverið.
Seinastu árini hevur kórið verið nakrar ferðir í Íslandi, og kórið hevur eisini verið á Álandi á konsertferð.
Kórleiðari hjá Vestmanna kirkjukóri er Erla Olsen, sum hevur leitt kórið í meiri enn 30 ár. Við á ferðini í Íslandi eru 30 fólk.