Vestmenningar vunnu!

Tað er lagt upp til tætta og spennandi kapping millum 10-mannaførini. Á Norðoyastevnu vann Eysturoyingur, og Vestmenningur var næstfremstur, og í dag vann Vestmenningur, og Eysturoyingur var næstfremstur.

Sigurin hjá vestmenningum á Sundalagsstevnu var eins sannførandi, sum hann var tað hjá Eysturoyingi á Norðoyastevnu.

Hoyvíkingur hekk í eina løtu, men á síðsta teininum hevði reyði báturin einki at bjóða upp á í kappingini um fremsta plássið.

Fyrsta partin av róðrarteininum vóru allir tríggir bátarnir rættuliga javnir. So stakk Vestmenningur seg fram um. Eina løtu var munurin aftur til Eysturoying ein bátslongd, og hóast eysturoyingur fleiri ferðir royndu, so megnaðu teir ikki at taka Vestmenning.

Fína avrikið hjá vestmenningum leggur upp til sera spennandi kapping um eina viku, tá ið Eysturoyingur fer at bjóða av á Skálafjørðinum!

 

1 Vestmenningur 09:47.13

2 Eysturoyingur 09:49.03

3 Hoyvíkingur 10:00.12

 

1 Eysturoyingur 13

2 Vestmenningur 13

3 Hoyvíkingur 10