At kavadekk bremsa nógv betur í hálku enn summardekk, fingu tey sum vóru til staðar á koyriteknisku koyribreytini KTI í Roskilde prógv um, tá trý ymisk sløg av dekkum vórðu roynd á eini hálkubreyt.
Koyriroyndirnar vórðu gjørdar við trimum heilt eins Renault Megané við ávikavist summardekkum, heilársdekkum og vetrardekkum (lamelldekkum).
Allir tríggir bilarnir koyrdu við eini ferð upp á 70 km/t inn á hálkubreytina og bremsaðu. Tað vísti seg at vetrardekkini høvdu eina bremsulongd upp á 50 metrar, heilársdekkini høvdu 70 metra bremsulongd, og summardekkini høvdu eina bremsulongd upp á heilar 92 metrar - næstan tvær ferðir so langt sum vetrardekkini.
Dekkini, sum vit í Føroyum nevna heilársdekk, eru í veruleikanum kavadekk (lamelldekk), meðan heilársdekk eru eitt millumting millum summardekk og vetrardekk. Hesi heilársdekk eru ikki so væl egnaði til okkara vegir og vegurlag.
Hjá okkum eru lamelldekkini best egnaði.
Í Føroyum er tað soleiðis, at bilførarin sjálvur ger av, hvussu hann skøðir bilin. Hann skal bert hugsa um, at øll fýra dekkini skulu vera eins. Tað vil siga, at vit kunnu koyra við summardekkum allan veturin, um vit finna tað fyri gott. Soleiðis er ikki í øllum londunum rundan um okkum.
Í Svøríki og Finlandi er álagt øllum bilum at koyra við vetrardekkum, tá kavi er ella hálka, í tíðarskeiðnum 1. desember til 1. mars. Í Norra skulu allir bilførarar, eisini útlendskir, tryggja sær at bilurin kann koma fram í kava og hálku. Hetta er eitt óbeinleiðis krav um í minsta lagið at koyra við kavaketum, um brúk er fyri tí.