Veturin liðugur

Landsvegur: - Nei, nú vænti eg ikki kava aftur, fyrrenn í heyst, sigur William Mackay, sum hevur arbeitt hjá Landsverki síðani 1973.

Mikudagin í farnu viku møtti William til arbeiðis sum vanligt kl. 8, og fór nakað seinni út at loysa eina av uppgávum sínum henda dagin.

Henda uppgávan var ein av teimum smáu og einfaldu, men kortini ein slík sum ein sær úrslitið av.

Her við rundkoyringina til Norðskálatunnilin settu teir í vetur niður nakrar orange-littar stengur. Endamálið við hesum var at vísa teimum ið rudda kava burtur, hvussu langt út ið rundkoyringin røkk.

Kavastengurnar skuldu nú takast úr, og til tess at forða fyri, at sandur og annað kom niður í holini, verða proppar settir í. So er klárt at seta stengurnar í aftur, tá tað fer at nærkast ímóti vetri.

- Eg haldi eisini, at rundkoyringin sær prýðiligari út uttan hesar kavastengurnar, sigur William Mackay við einum brosi.



Gjáarvegurin

Ein onnur av teimum týdningarmiklu uppgávunum hjá Williami er kavaruddingin.

Hansara leið, um ein kann siga tað so, hevur verið vegastrekkið við tí nógva og títta kavanum - Gjáarvegurin.

Um veturin tryggjar hann soleiðis, at gjáarfólki kunnu sleppa frá og til bygdini umvegis Funning og Funningsfjarðarvegin.

Hetta er eitt arbeiði sum krevur sín mann á hávetri, men so er eisini gott at kunna gera arbeiði av øðrum slagi á hásumri.

- Einaferð seinni í summar, tá grasið er vaksið eitt sindur meiri, skal so vøllurin í sjálvari rundkoyringini sláast, sigur William Mackay.