Veturin vil ikki sleppa

Seinni í vikuni fellur hitin aftur og tað fer møguliga at kava

Ein lágtrýstsryggur sunnan fyri og í ein útsynning úr Føroyum liggur mest sum stillur komandi dagarnar, meðan eitt hátrýst mennist yvir mið-Norðurlondum. Føroyar liggja tí í einum streymi av kaldari og óstøðugari luft av landnyrðingi.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Okkurt ælið, men eisini sólglottar og hitin um 7 stig. Mánanáttina verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Framvegis okkurt ælið, men sum frá líður meiri skýggjað og hitin um 5 stig.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, stundum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 ms/s, sum øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið, sum frá líður møguliga vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, men um kvøldið makar hann aftur vindin niður í lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Okkurt ælið, partvís vátaslettingur ella kavi, men eisini sólglottar. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgil av norðri, 2 til 7 m/s. Okkurt ælið, partvís vátaslettingur ella kavi, men eisini sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, seinni av ymsum ættum. Okkurt ælið, partvís sum vátaslettingur ella kavi, men eini sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 4 hitastig.