Við diplomati kunnu nógvir trupulleikar greiðast

- Í ST snýr alt seg um diplomati, at duga at snúgva sær og at tala sína søk. Tey, ið veruliga hava nakað at siga, viga hvørt orð, sum gleppur teimum av munni.

- Sum luttakarar kunnu vit ikki gera so nógv, men tað hevur týdning kortini at vera við, tí tú lærir nógv. Men fáa vit fullveldi seti eg spurnartekin við, um vit skulu taka lut, tí tá skulu vit rinda fyri okkara egnu luttøku. Pengarnir kunnu nýtast betri onkra aðra staðni, sigur Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinna.

Síðani 1990 hava føroyskir og grønlendskir politikarar havt í boði at hava tvey umboð við í donsku sendinevndini á aðalfundinum hjá ST í New York, sum er á heysti á hvørjum ári. Løgtingskvinnan og kommunalpolitikkarin, Lisbeth L. Petersen, var við seinasta heyst, og í gjárkvøldið greiddi hon frá luttøkuni og upplivingunum í Mettustovu í Havn.

- Danska stjórnin vil vísa, at hon gongur virkin uppí arbeiðið í ST og at Føroyar og Grønland eru við, sigur Lisbeth L. Petersen.

Umboð fyri Grønland var Laannguaq Lynge, sum Lisbeth L. Petersen framman undan kendi. Hon hevur verið býráðsformaður í Nuuk og sum limur í fíggjarnevndini í landstinginum hevur hon vitjað í Føroyum.

Saman við hinum í donsku sendinevndini hittu tær sjálvan Koffi Annan, ið er aðalskrivari í ST.

- Tað er sjálvsagt eitt serligt upplivilsi, tí hann er jú kendur um allan heim. Ein lítil maður við stórari útstráling. Orsøkin til, at hann vitjaði okkum var, at danin Poul Nielson hevði boðið honum morgunmati. Poul Nielson er í uppskoti til ein nevndarsess í UNDP, sum er størsti menningarfelagsskapurin í ST. Formaðurin í hesi nevnd er næstur hjá sjálvum aðalskrivaranum. Sum eg havi skilt dugir Poul Nelson væl at fáa pening til vega og tað er tí, at hann kemur uppá tal, sigur Lisbeth L. Petersen.


Friðarvarðveitandi

Danska sendinevndin, sum er politikarar, embætisfólk og grasrótsfelagsskapir, sokallaðir NGO-arar, ið stendur fyri Non Government-Organisation, heldur til fyri seg á ST-Missjónini.

Aðalfundurin varir í tveir mánaðir og føroysku politikararnir taka lut ein mánað í part. Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, var við á aðalfundinum fyrra partin av aðalfundinum, tá ið høvuðstalurnar í sambandi við aðalfundin vórðu hildnar, meðan Lisbeth L. Petersen var við seinna mánaðin, tá ið allir fundirnir í kjalarvørrinum vórðu hildnir.

- Hvønn morgun høvdu vit fund í donsku sendinevndini á ST-Missjónini, har avtalur vórðu gjørdar fyri dagin. Fundir vóru hildnir ymsa staðni í býnum og vit fingu at vita, hvat kundi hava áhuga fyri okkum og hvørji evni vóru á skránni, greiðir Lisbeth L. Petersen frá.

- Áðrenn eg fór av stað ivaðist eg í, um hetta yvirhøvur var viðkomandi fyri okkum. Men eg havi veruliga fingið eyguni upp fyri, hvussu stóran týdning og hvussu stórt virði ST í grundini hevur. Tað hevur ómetaligan stóran týdning, at allar hesar tjóðirnar hittast. Við diplomatiskum arbeiði kunnu nógvir trupulleikar greiðast. Alt er frægari enn kríggj. Friðarvarðveitandi herliðini hjá ST hava fingið nógvar atfinningar. Til dømis í Somalia vóru herliðini blandað uppí kríggið, men tað var tí, at har var ikki friður tá ið tey komu til landið. Uppgávan hjá hesum herliðum er at varðveita frið, sum longu er staðfestur.

- Eitt, sum gjørdi stórt inntrykk á meg, var arbeiðið, sum International Peace Academy fremur. Tey fara á staðið fyri at royna at fáa frið millum ættarbólkar, minnilutar, upprunafólk og onnur, ið liggja í stríði. Nógva staðni er henda uppgávan sera trupul, grasrøturnar á staðnum leggja nógva orku í og royna at ávirka støðuna. Takkað verið teimum verður nógv gjørt, sigur Lisbeth L. Petersen.


Skuldarspurningurin

Nógvir felagsskapir eru í umfatandi ST-arbeiðnum og nógvir fundir eru alla tíðina. Har verður granskað og lagt fram, viðgjørt og gjørt av. Ætlanir gjørdar og settar í verk um øll týðandi evni. Nógv fólk, nógvar eldsálir, nógv pappír og sjálvsagt eisini nógvir pengar.

- Høvuðsevnini á aðalfundinum vóru rúsevnistrupulleikar, mannarættindi, yvirgangur og kríggj. Roynt verður alla tíðina at fáa felagsniðurstøður, sum ymsu londini kunnu arbeiða víðari út frá. Og tað er sjálvsagt ógvuliga trupult, tí ikki færri enn 185 lond eru limir í ST. Londini eru býtt í bólkar. Til dømis er afrikansku londini fyri seg, tey latínamerikonsku fyri seg, tey eystureuropeisku fyri seg og tey vestureuropeisku fyri seg og so framvegis. Tað skal eitt stórt diplomatiskt arbeiði til fyri at kunna gera niðurstøður, sum øll hesi ymisku londini kunnu standa inni fyri, sigur Lisbeth L. Petersen.

- Skuldarspurningurin hjá ST er ein tann størsti trupulleikin, stovnurin hevur at dragast við. USA er tann størsti skuldarin og amerikanarar hava ymsar umberingar fyri ikki at gjalda. Teir siga eisini, at ST-stovnurin er ov dýrur, at alt gongur seint fyri seg, og at pappírsveldið er stórt. Eg havi varhugan av, at ST sum stovnur ikki er væl umtóktur í Amerika. Arbeiðið hjá ST fevnir jú um øll heimsins lond og amerikanarar hava onkursvegna nóg mikið við seg sjálvar. Tey vita lítið um Europa og hava heldur ikki stórvegis áhuga at kenna til viðurskiftini her. Eitt orðatak millum amerikanskar politikarar er, "um onkur snísir niðri á Balkan, fær alt Europa krím". Við øðrum orðum, at europearar eru ov sartir. Veruleikin er tó, at USA leggur uppí kríggj og ósemjur aðra staðni.


Loynilig skjøl

Í kjallaranum á gomlu ST-høvuðsborgini var Lisbeth L. Petersen á fundi, har Richard Butler, leiðari UNSCOM, greiddi frá um trupulleikarnar í Írak.

- Hetta var ein tann størsta upplivingin á ferðini. Richard Butler er ein róligur, men avgjørdur maður. Hann greiddi frá, at Irak er eitt sera ríkt og fruktagott land við nógvum møguleikum, og at fátækradømið er skapt av iraksku stjórnini. Í fundarrúminum vóru nakrir stálkassar, sokallaðir høsnafarmakassar og teir hava eina heilt serliga søgu. Vit minnast øll, at tveir versynir Saddam Husseins rýmdu úr Irak. Tá greiddi hesin eini versynurin frá, at loynilig skjøl hjá iraksku stjórnini vóru fjald fyri ST-eftirlitsfólkunum í hesum kassunum á einum høsnafarmi. Tað var ein rættiliga løgin kensla at sita í rúminum, har hesin kassarnir, sum eftir øllum at døma hava so stóran týdning, vóru, sigur Lisbeth L. Petersen.

Ætlanin var, at donsku luttakararnir skuldu hitta kenda senatorin fyri demokratarnar, Edward Kennedy, bróður kenda forsetan J. F. Kennedy. Henda ætlanin var tó av ongum, men í staðin hittu tey høgru hond hjá senatorinum, ið er ein kvinna. Edward Kennedy hevur í nógv ár stríðst við at fáa samtykt eina nýggja lóg um sjúkratrygging, ið tryggjar allar amerikanarar so ella so, men republikanararnir vilja ikki vita av henni.

- Meiningin var, at Edward Kennedy frá donsku sendinevndini skuldi fáa innlit í, hvussu hesi viðurskifti eru í Danmark. Í USA stýra tryggingarnar øllum. Tað almenna letur bert ein lítlan part av sjúkraviðgerðini og hevur tú ikki eina góða trygging fært tú bert ta heilt neyðturviliga viðgerðina. Hóast Edward Kennedy hevur roynt so ofta at broyta skipanina heldur hann á at fáa samtykt eina nýggja lóg um trygging. Uppskotið er at tvinga allar arbeiðsgevarar at gjalda trygging fyri arbeiðsfólkið, síðani skal landið taka sær av teimum, ið ikki eru arbeiðsfør. Henda kvinnan, sum er høgra hond hjá senatorinum, hevði biðið um at hitt donsku sendinevndina. Tað verður ongantíð í USA sum í Danmark, at tað almenna rindar fyri alt, men endamálið er at fáa eina betri skipan enn ta verandi, sigur Lisbeth L. Petersen.


Eingin samskipan

Kona ein av donsku luttakarunum á ST-aðalfundinum fekk eina heilt serliga uppliving. Hon er heimasjúkrasystir og skipað varð so fyri, at hon eina viku kundi vera við eini heimasjúkrasystir, sum arbeiddi í teimum fátækastu og teim ríkastu býlingunum í New York.

- Trupulleikin við heimarøktini í New York er, at har er als eingin samskipan og tí fer nógvur peningur til spillis. Í Chinatown var hon inni hjá einum eldri kinesara. Ein heimahjálpari sat inni hjá honum allan dagin og gav hon mat, tá ið hann var svangur. So komu onnur og gjørdu annað fyri hann uttan at nakað av hesum varð samskipað.

- Seinni um dagin kom hon so í tann ríkara býarpartin og har kom hon inn til eina eldri damu, sum tosaði spanskt. Har var øgiliga fínt og henda skuldi á vitjan. Tað vísti seg so, at hetta var mamma Julio Iglesias og hann kom á gátt meðan tey vóru har.

- Heimasjúkrasystrarnar í teimum ringastu býarpørtunum hava lívverjar, annars koma tær ikki, tí har eru so nógv brotsmannalið orsakað av stóru rúsevnismisnýtsluni. Henda danska heimasjúkrasystirin hevur nógvar royndir í yrkinum, men hon lærdi nógv hesa vikuna. Hon hevði aldri droymt um, at so stórt vesæladømi er til. Og niðurstøðan hjá henni var, at tað er nógv, sum ikki skal eftirapast av amerikanarum. Ein sovorðin rúgva av pappírum skulu fyllast út til tryggingarfeløgini og stórur partur av degnum fer til hetta arbeiðið, í grundini meiri enn til at vitja tey sum hava tørv.

Á ferðini hitti Lisbeth L. Petersen eisini Michael Douglas, ein av kendastu sjónleikarunum í USA. Hann er Missioner of Peace og hevur í sínum ungu árum gingið mótmælisgongur ímóti kríggi.

- Hann letur sítt kenda ummæli til ST fyri at marknaðarføra eina og hvørja góða søk. Hann helt fyrilestur um vápnasølu og hann fekk nógvar næskar og ágangandi spurningar frá fundarluttakarunum, sum hann dugdi væl at svara. Ein var til dømis, hvussu hann kundi tosa ímóti vápnum, tá ið vápn verða seld á gøtuni í USA, sigur Lisbeth L. Petersen.