Viðmerkingar til fiskivinnuprátið

Olaf Olsen
---

Eg hoyri, at tað framvegis verður kjakað um heitið: Fólksins Ogn. Eg veit, hvør týdningur varð lagdur í heitið, tí eg var ein av fýra, sum løgdu tað fram, og tað, sum var orsøkin til, at eitt heitið skuldi finnast, var, at vit frá juridiskari síðu fingu at vita, at landsstýrið ikki kundi fara inn at regulera fiskiskapin, uttan at hava fingið heimild frá løgtinginum til at gera tað. Tí var tað, og ikki tí, at hvør føroyingur skuldi hava sín part bókstavliga. At so nakrir halda fast um, at ætlanin var ein onnur við heitinum, tað passar ikki, men at teir vilja leggja ein annan týdning í tað, er so nakað annað.
Eg síggi ikki, at loyvini eru givin í allar ævir, og at tey eru givin til ávísar persónar, alt eftir hvørjar politikkarar, teir kenna, er heldur ikki rætt. Loyvini vórðu givin til tey, sum høvdu verið í vinnuni. Hvussu nógv, tey høvdu rætt til var alt eftir, hvussu nógv veiðan hevði verið hjá teimum í eitt longri áramál. Eg haldi, at tað var rætt at taka atlit til tey, sum vóru í vinnuni, tí tey høvdu upparbeitt eina vitan, sum var virðismikil. Síðani er einki loyvi givið til nakran tilvildarligan. Tað einasta, sum eg veit um, er, at tað hava verið nøkur royndarloyvir latin til onkur skip, og táið tað hevur vart eina tíð, og tað hevur víst seg, at tað kann geva eitt ískoyti til raksturin, so er loyvið givið permanent. Tað kann vera ein spurningur, um tað skuldi gevast til tann, sum hevur útint royndarfiskiskapin, ella tað skuldi býtast upp á fleiri.
Hvussu fastur er rætturin til fiskiloyvið?
Tað verður sagt, at rætturin er ómissiligur. Tað haldi eg ikki, hann er. Tað eru mong skip farin av knóranum, og tá hevur verið møguleiki hjá øllum at keypa. At tað skal eitt ávíst fíggjarligt føri til at útvega sær eitt veiðifar, er náttúrligt. Tað vil tað vera í flestu førum, táið ein skal byrja nakað nýtt. Tað eru mong skip, sum hava skift eigara hesi árini, og eg fylgi kanska ikki so væl við, sum eg havi gjørt, men tað gongur upp hjá mær at vita, hvussu skipini nú eita, og hvør eigur tey, so tað eru nøkur, sum hava mist “tann ævinliga rættin”, sum røtt hevur verið um. Lógin sigur eisini nakað um, hvat skal til fyri at eiga rættin, t.d. um hann ikki verður nýttur ella treytirnar ikki verða fylgdar.
Alivinnan
Táið alivinnan tók seg upp, bleiv hon roknað fyri eitt gullnám, sum øll skuldu hava rætt til, men har skuldi so eisini loyvi til, og eg haldi, at tað vóru omanfyri 80 loyvi, sum einaferð vórðu givin, men tað fóru mong av knóranum. Tað vóru nógv fleiri enn tey 80, sum vildu hava loyvi, men øll fingu ikki. Táið eg kom í landsstýrið í 1989 lógu minnist meg rætt 412 umsóknir um loyvi ósvaraðar. Onkrar vóru 8 ára gamlar. Eg spurdi restina av landsstýrinum, um eg kundi fáa loyvi at senda bræv til allar umsøkjararnar og skriva, at tað varð einki loyvi givið tey næstu 2 árini, men um áhugi framvegis var tá, so vóru teir vælkomnir at søkja aftur. Tað fekk eg loyvi til, og eg veit ikki, hvussu mangir mundu søkja aftur. Onkrir vóru deyðir, sum høvdu søkt. Nú verður alivinnan aftur roknað sum eitt gullnám, og so er spurningurin, hvussu mangir nú vilja sleppa aftur at nýta teir føroysku firðirnar, sum væl eisini er eitt slag av fólksins ogn, sum onkur vil definera teir til, ella at tey, sum hava yvirliva og ment hesa vinnuna til, at hon nú er ein stórur partur av okkara lívsgrundarlag, skal hava loyvi at eiga hana “í allar ævir”, ella til tey fara av knóranum, og onkur annar yvirtekur hana. Tað má bert ikki verða soleiðis, at útlendingar sleppa at eiga hana burturav, og serstakliga ikki, at útlendskar sølufyritøkur sleppa at stýra henni, tí so kann tað enda við, at vit verða húskallar í egnum húsi, og meginparturin av vinninginum ikki kemur føroyska samfelagnum tilgóðar. Hetta er hent í summum menningarlondum, og tað hevur ikki verið til teirra gagn. Eg veit, at hetta ikki er lætt at fremja, men øll orka og vitan eigur at verða løgd í hetta.
Ikki so galið í Kollafirði (í Føroyum)
Eg skrivi hetta ikki, tí eg eri partur av sakini longur, tí tað eri eg ikki, men eg havi mínar politisku hugsjónir framvegis. Alt kann gerast betur, eisini fiskivinnupolitikkurin, men eg haldi ikki, at tað gjøgnum árini hevur verið so galið, tí vit hava tað rættiliga gott í mun til onnur lond, og eg hoyrdi ein fyrilestur hjá Hermann Oskarsson í Løkshøll fyri nakað síðani, hvar hann vísti á, at kanska einki annað land hevði havt ein so áhaldandi vøkstur í búskapinum tey seinastu 60 árini sum Føroyar.
Latum okkum ikki koyra alt fyri bakka, men framvegis royna at tillaga alt við skili.
Ein maður segði, at her er ikki so galið í Kollafirði. Tað haldi eg eisini (her í Føroyum).